Lurta

Førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum

Ert tú fólkapensjonistur, og ynskir tú at menna ella viðlíkahalda tínar førleikar? So hevur tú møguleika fyri at søkja um eina meting av tínari førleikastøðu frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Tú kanst í sama viðfangi fáa ráðgeving um, hvussu tú best mennir og heldur tínar førleikar við líka.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um førleikameting og ráðgeving

Á Vanganum fyllir tú út umsóknarblaðið »Ergo- og fysioterapi« og viðmerkir í umsóknini, at tú ynskir at søkja um førleikameting og ráðgeving.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði tryggari og skjótari. Á vangasíðu tínari fært tú harafturat fylgt við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Førleikameting og ráðgeving
Hvør kann fáa førleikameting og ráðgeving?

Tú kanst fáa førleikameting og ráðgeving, um tú ert fólkapensjonistur og hevur kropsligar avbjóðingar ella ynskir at menna ella halda tínar kropsligu førleikar við líka.

Metingina og ráðgevingina fært tú frá terapeuttoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Hvat fevna førleikametingin og ráðgevingin um?

Tá tænastan verður játtað tær, kemur ein ergo- ella fysioterapeutur frá terapeuttoyminum heim til tín at gera eina førleikameting. Terapeuturin ger ymiskar kanningar, millum annað:

  • kropsligar kanningar, sum eru kanningar av tínum rørslulagi, og hvussu tú annars ert fyri kropsliga
  • kanningar av tínum fatanarevni
  • kanningar av, hvussu tú megnar ymiskar uppgávur í gerandisdegnum

Tá metingin er gjørd, kunnu tú og terapeuturin saman finna loysnir til, hvussu tú kanst menna ella halda tínar førleikar við líka, ella um til ber at tillaga tínar umstøður við til dømis hjálpartólum.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja á Vanganum.

Søk um førleikameting og ráðgeving

Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Ergo- og fysioterapi« og viðmerkir í umsóknini, at tú ynskir at søkja um førleikameting og ráðgeving.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu fært tú harafturat fylgt við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt, viðger terapeuttoymið tína umsókn. Tú fært svar á Vanganum, tá vit eru liðug at viðgera umsóknina.

Ein ergo- ella fysioterapeutur setur seg síðan í samband við teg fyri at gera nærri avtalu.

Kostnaður

Tænastan er ókeypis.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um meting og ráðgeving« í evnisteigin.

Umsókn um førleikameting og ráðgeving