Fyribyrgjandi venjing í FIMI
Er tín virkisførleiki skerdur, ella er tín heilsustøða broytt, soleiðis at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin, kanst tú søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI. Fyribyrgjandi venjingin er skipað sum eitt bólkatilboð, ið samantvinnir tíni fatanarevni og tínar kropsligu, sálarligu og sosialu førleikar.
Rita inn við Samleikanum. Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tú kanst søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI, um tú ert fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu og hevur tørv á at styrkja tínar kropsligu førleikar í einum sosialum felagsskapi.
Fyri at vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing í FIMI, er neyðugt, at tú:
- Sjálv megnar at koma til og frá FIMI
- Megnar at koma niður á gólvið og upp av gólvinum sjálvstøðugt
- Megnar at røra teg uttan fleiri steðgir. Tað er í lagi at nýta høkju, stav ella rollator
- Hevur hug til sosiala samveru saman við hinum luttakarunum
Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.
Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur søkt, setir ein terapeutur seg í samband við teg, og saman gera vit eina meting, ið skal staðfesta, um fyribyrgjandi venjing í FIMI er rætta tilboðið til tín. Vit meta eisini um, hvørt tú hevur tørv á øðrum tænastum, sum terapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni veitir.
Terapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni tekur støðu til, um vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing. Játtanin er tengd at, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa tænastuna.
Vit svara tær á Vanganum, tá ið vit hava viðgjørt tína umsókn.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.
Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um fyribyrgjandi venjing í FIMI« í evnisteigin.
Endamálini við fyribyrgjandi venjingini í FIMI eru at:
- Stuðla undir og fremja góða heilsu
- Stimbra kropskensluna
- Økja um lívsgóðskuna
- Lætta um gerandisdagin
- Halda sosialar førleikar við líka
Venjingin er skipað sum bólkavenjing við í mesta lagi 20 luttakarum. Venjingartíðarskeiðið er 10 vikur. Vit venja í FIMI týsdag og hósdag fyrrapart.
Eina ferð um vikuna hava vit drekkamunn eftir venjingina. Luttakararnir skiftast um at hava okkurt afturvið.
Tá tú kemur til venjing, skalt tú vera í klæðum og skóm, sum eru góð at røra seg í.
Hvørt venjingarskeið varir í 10 vikur. Kostnaðin fyri hvørt venjingarskeið sært tú á síðu okkara um brúkaragjøld.
Fært tú ikki møtt upp til venjingina, skalt tú skjótast gjørligt geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á telefon 30 20 00 ella til kontaktpersónin, sum vit hava upplýst tær.
Les meira um venjingartilboðið í faldara okkara, sum tú sært her:
Vilt tú vita meira um fyribyrgjandi venjing í FIMI, kanst tú ringja til Heilsuhúsið í Hoyvík. Vit svara tínum spurningum og vegleiða teg fegin, so tú kanst fáa eitt tilboð, ið hóskar til tín tørv.
Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.
Heilsuhúsið
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo