Lurta

Rehabilitering

Ert tú fólkapensjonistur, og hevur tú av onkrari orsøk munandi skerdan virkisførleika í gerandisdegnum og trupult við at luttaka sum samfelagsborgari, er rehabilitering møguliga ein loysn fyri teg.

Rehabilitering er ein samanhangandi longri tilgongd, har tú saman við heilsustarvsfólki kanst arbeiða miðvíst við at fáa eitt so sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um rehabilitering

Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú søkir um rehabilitering.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú tørv á umsorgan og røkt alt samdøgrið í rehabiliteringstíðarskeiðnum, hevur tú møguleika fyri at fáa eitt fyribils stuttíðarpláss. Les meira um hendan møguleikan á síðu okkara um stuttíðarpláss.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Stuttíðarpláss



Um rehabilitering
Hvør kann fáa rehabilitering?

Ert tú fólkapensjonistur, og tørvar tær at endurvinna tínar førleikar fyri at kunna hava ein góðan gerandisdag, kanst tú søkja um rehabilitering. Tað kann annaðhvørt vera, at tað er ymiskt, tú ikki megnar at gera, ella tú ert í vanda fyri at missa førleikar, soleiðis at tú ikki fært verið virkin í gerandisdegnum.

Fólk sum fáa rehabilitering kunnu til dømis hava trupult við at halda hús, taka sær av persónligum reinføri, fara til handils, gera mat ella fara til tiltøk sum í bindiklubba ella til konsert.

Hvussu gongur rehabilitering fyri seg?

Rehabilitering er til tín, sum hevur tørv á einari longri samanhangandi og tvørfakligari tilgongd. Eitt rehabiliteringsskeið merkir, at tú saman við heilsustarvsfólki, í einum ásettum tíðarskeiði, fært høvi og amboð til at arbeiða miðvíst fyri at fáa eitt so sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Saman leggja vit eina ætlan fyri at røkka teimum málum, sum hava týdning fyri teg. Hetta krevur, at tú sjálv hevur ein virknan leiklut í rehabiliteringsgongdini.

Vit seta okkum ítøkilig mál og gera eina greiða tíðarætlan fyri venjing av gerandisuppgávum. Hesum arbeiða vit í felag fyri at røkka. Vit eru eitt toymi, sum koma at venja gerandisaktivitetirnar saman við tær. Endamálið er, at tú endurvinnur ynsktu førleikarnar.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um rehabilitering

Á Vanganum fyllir tú út umsóknarblaðið »Ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú søkir um rehabilitering. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á vangasíðu tínari fært tú eisini fylgt við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Innan eina viku kemur ein visitator at vitja teg fyri at meta um tín tørv á rehabilitering. Visitatorurin metir samstundis um tín tørv á øðrum tilboðum og tænastum, sum Heilsu- og umsorganartænastan veitir.

Eru tú og visitatorurin samd um, at tær tørvar rehabilitering, setur visitatorurin seg í samband við tey starvsfólk, sum skulu venja gerandisaktivitetirnar saman við tær. Hesi kunnu vera ergoterapeutar, fysioterapeutar, heimahjálp ella sjúkrarøktarfrøðingar.

Síðan setur eitt starvsfólk seg í samband við teg, og saman gera tit eina ætlan. Tá tit hava gjørt ætlanina, fært tú eina venjingarskrá. Hana endurmeta vit javnan.

Rehabiliteringstilgongdir eru ymiskar. Tað vil siga, at venjingin bæði kann ganga fyri seg heima, í nærumhvørvinum ella í hølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Samband

Hevur tú ivamál ella spurningar til okkara, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og fáa nærri vegleiðing. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8-15.30 og fríggjadag kl. 8-15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um rehabilitering« í evnisteigin.

Umsókn um rehabilitering

Heilsuhúsið
Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00