Stutt-tíðarpláss
Ert tú fólkapensjónistur ella borgari við demenssjúku undir pensjónsaldri, og tørvar tær rehabilitering og røkt alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið fyri at endurvinna tínar førleikar, so kanst tú søkja um eitt stutt-tíðarpláss.
Rita inn við Samleikanum. Tú fært eina kvittan sendandi til tína MínBoks, tá ið tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Niðanfyri kanst tú lesa um stutt-tíðarplássini og kunna teg um, hvussu tú søkir.
Eitt stutt-tíðarpláss er eitt tilboð til tín, sum tørvar, at fólk eru um teg alt samdøgrið í eitt avmarkað tíðarskeið, meðan tú endurvinnur tínar førleikar. Endamálið við uppihaldinum kann vera ymiskt og fevna um rehabilitering, endurvenjing, tørvsmetan, umlætting ella linnandi røkt. Tú kanst til dømis søkja stutt-tíðarpláss, tí:
- Tær tørvar eina tørvsmetan í mun til tína heilsu og tínar førleikar. Tað vil siga, at starvsfólk gera eina metan saman við tær og leggja eina ætlan fyri, hvørji betranarátøk kunnu setast í verk
- Tú hevur brúk fyri at menna tínar førleikar fyri at kunna vera heima sum longst
- Tær tørvar linnandi røkt og umsorgan
- Tíni avvarðandi og tú sjálv tørva eina fríløtu, har tú ert til umlættingar á stutt-tíðarplássinum
Stutt-tíðarpláss á Urd
Borgarar, ið verða visiteraðir til Urd, eru fólkapensjónistar, sum í eitt styttri tíðarskeið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið. Talan er um eitt tvørfakligt og samanhangandi tilboð, sum skal stuðla undir, at tú fært livað eitt virkið og innihaldsríkt lív. Saman við tær og tínum avvarðandi arbeiða vit fram ímóti, at tú varðveitir og styrkir tínar førleikar, tína heilsu og tína vælveru.
Rehabilitering tekur støði í gerandisvirksemi, skilt á tann hátt, at øll gerandismál eru liður í venjingini, so sum at koma upp úr songini, persónligt reinføri, at lata seg í og úr og at fáa sær at eta. Allir fakbólkar á deplinum taka lut í rehabiliteringini og seta tvørfaklig mál saman við tær.
Endamálið er, at tú hevur ment teg og fingið betri lívsgóðsku, tá tú fert heim aftur. Fyri at náa ásettu málini er tað umráðandi, at tú tekur virknan lut í ætlanini fyri tínum uppihaldi.
Stutt-tíðarpláss á Demensdeplinum
Borgarar, sum verða visiteraðir til Demensdepilin á Tjarnargarði, eru borgarar við demenssjúku, sum hava tørv á, at starvsfólk við servitan innan demens eru um tey, og har avvarðandi hava tørv á einari fríløtu.
Talan kann vera um at seta heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøk í verk, sum gera teg og tíni avvarðandi betur før fyri at megna gerandisdagin heima. Talan kann eisini vera um at fáa gjørt eina tørvsmetan, sum millum annað fær greiðu á, hvørji átøk kunnu setast í verk, so tú fært ein skipaðan og góðan gerandisdag.
Stutt-tíðarplássini eru á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd í Rólantsgøtu í Hoyvík og á Demensdeplinum á Tjarnargarði á Hoydalsvegnum. Á Urd eru 27 stutttíðarpláss, og á Demensdeplinum eru 10 stutttíðarpláss.
Tú finnur síðuna hjá Urd her:
Tú søkir stutt-tíðarpláss á Vanganum. Tá ið tú søkir, biðja vit teg millum annað um at greiða frá tínari støðu, orsøkina til at tú søkir um stutt-tíðarpláss og nær tær tørvar plássið. Rita inn á Vangan við tínum Samleika.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Gev gætur, at tað ber væl til at søkja stutt-tíðarpláss vegna annan borgara á Vanganum. Les meira á kunningarsíðu okkara um at søkja vegna annan borgara.
Vit viðgera allar umsóknir um stutt-tíðarpláss eina ferð um mánaðin. Eru fleiri umsóknir enn tøk pláss, játta vit pláss eftir tørvi, og tá kann vera ein ávís bíðitíð, áðrenn vit fáa játtað tær eitt pláss.
At vit játta stutt-tíðarpláss eftir tørvi merkir, at vit gera eina fakliga meting í hvørjum einstøkum føri og játta pláss til teir borgarar, ið hava størsta tørvin. Fakliga metingin tekur støði í tínari umsókn. Ivast vit í hesum sambandi, setir ein visitator seg í samband við teg ella tíni avvarðandi fyri at avtala eina heimavitjan.
Játta vit tær pláss, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks. Hevur tú ikki Vangan og MínBoks, senda vit svarið til tín bústað.
Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri stutt-tíðarplássið frá fyrsta degi. Tú fært eina rokning, tá ið uppihaldið á deplinum er av. Gjaldið fevnir um mat og drekka, røkt og venjing og vask av handklæðum og seingjarklæðum.
Upphæddirnar sært tú á síðu okkara um brúkaragjøld.
Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu
Niðanfyri sært tú, hvat tú skalt minnast til, áðrenn tú fert á uppihaldið á deplinum.
Hvat skal eg hava við mær?
Tá vit hava játtað tær eitt uppihald, senda vit tær ein lista, ið greiðir frá, hvat tú skalt minnast til at hava við tær til uppihaldið.
Hetta skalt tú minnast til at hava við tær:
- Klæðir, ið eru navnamerkt
- Góð útiklæðir
- Skógvar (bæði úti- og inniskógvar)
- Sápu, hársápu og annað, sum tú vanliga nýtir til persónliga røkt
- Hjálpitól, so sum gangistól (rollator), hoyritól, blæur, stomiposar og annað, tær tørvar
- Ein nýggjan og fullfíggjaðan heilivágslista (hann kanst tú fáa frá tínum lækna)
- Heilivág og annað tílíkt til uppihaldið
- Heilivágseskjur, um tú fært annan heilivág, sum ikki er skamtaður á apotekinum
- Protein- og sondukost, um tú vanliga brúkar hetta
- Journalupplýsingar frá sjúkrahúsi, kommunulækna ella serlækna, sum eru viðkomandi í mun til tíðina, tú ert á stutt-tíðarplássinum
Fært tú eitt stutt-tíðarpláss á Demensdeplinum á Tjarnargarði, skalt tú eisini hava dýnu og kodda við tær.
Hvør skal hava boð um uppihaldið?
Fært tú aðrar tænastur frá Heilsu- og umsorganartænastuni, er umráðandi at boða Heilsu- og umsorganartænastuni frá, at tú fert á eitt stutt-tíðarpláss, og at tænastuveitingarnar skulu steðga fyribils. Tænastur, sum fyribils skulu halda uppat, kunnu til dømis vera matartænasta, dagtilboð, heimahjálp ella aðrar fastar avtalur.
Tað er somuleiðis umráðandi, at tú boðar frá, tá tú ynskir, at hesar tænastur skulu takast upp aftur.
Tá ið títt uppihald á stutt-tíðarplássinum er av, kunna vit heimatænastuna um, hvussu uppihaldið hevur verið, og hvørji átøk vit hava sett í verk. Heimatænastan ger so av, hvussu vit kunnu fylgja átøkunum upp og hjálpa tær at viðlíkahalda tey.
Meta vit á deplinum, at tú hevur tørv á meira hjálp, tá ið tú fert avstað, enn tá ið tú komst inn á stutt-tíðarplássið, skipa vit fyri nýggjari tørvskanning í sambandi við tína heimferð.
Vit gera eisini eina ætlan saman við tær um, hvussu tú á bestan hátt fært hildið førleikarnar viðlíka.
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd
Rólantsgøta 20
188 Hoyvík
Deild 1
Tel. 27 01 14
urd@torshavn.fo
Deild 2
Tel. 27 01 18
urd@torshavn.fo
Eindarleiðari
Mona Maria úr Fugloy
monamaria@torshavn.fo
Deildarleiðari
Hanne-mi á Brúgv
hannemi@torshavn.fo
Demensdepilin á Tjarnargarði
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
Tel. 30 20 75
Stutt-tíðarpláss
Tel. 30 20 85
Eindarleiðari
Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo
Deildarleiðari
Diana Poulsen Strøm
dianas@torshavn.fo
Bólkaleiðari
Barbara S. Djurhuus
barbarasd@torshavn.fo
Gev gætur, at tað ber væl til at søkja stutt-tíðarpláss vegna annan borgara á Vanganum. Tað vil siga, at tíni avvarðandi kunnu søkja talgilt fyri teg. Les meira á kunningarsíðu okkara um at søkja vegna annan borgara.
Fært tú kortini ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stutt-tíðarpláss« í evnisteigin.