Endurvenjing til heimabúgvandi
Endurvenjing er til tín, sum hevur tørv á at endurvenja tínar førleikar. Til dømis tí tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Endurvenjing kann eisini vera viðkomandi, hevur tú verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og hevur ilt við at megna gerandisdagin á sama hátt sum áður.
Ergo- og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni veita endurvenjing til
fólkapensjónistar. Endurvenjing er miðvís, tíðaravmarkað og samskipað venjing við tí endamáli at venja tínar førleikar aftur ella at læra teg nýggjar hættir, sum gera teg føra fyri at hava ein virknan gerandisdag. Vit veita tvey endurvenjingartilboð:
- Endurvenjing sum einstaklingavenjing
- Endurvenjing í bólki
Rita inn við Samleikanum. Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um endurvenjing. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.
Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um endurvenjing.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá ið tú hevur søkt um endurvenjing, setir ein terapeutur seg í samband við teg og ger eina førleikameting, soleiðis at vit vita, hvat tilboð hóskar best til tín tørv. Samstundis metir terapeuturin um, hvørt tú hevur tørv á øðrum tænastum, sum terapeuttoymini í Heilsu- og umsorganartænastuni veita.
Tú fært svar í MínBoks, tá ið vit eru liðug at viðgera tína umsókn.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um endurvenjing til heimabúgvandi« í evnisteigin.
Tú skalt vera fólkapensjonistur fyri at fáa endurvenjing frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Endurvenjing er til tín, sum hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Í hesum førum kanst tú fáa eina endurvenjingarætlan frá
sjúkrahúsinum, sum vit síðan framhaldandi venja og menna.
Tú kanst eisini fáa endurvenjing, um tú hevur verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og ikki megnar gerandisdagin á sama hátt sum áður. Sostatt kanst tú eftir ynski fáa vegleiðing og hjálp til at endurvenja mistar førleikar.
Tá ið tú hevur søkt um endurvenjing, meta ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni um, hvat endurvenjingartilboð hóskar best til tín.
Endurvenjingin er eitt tætt samstarv millum teg, ergoterapeutarnar og fysioterapeutarnar. Sostatt er endurvenjingin samansett. Tí kann vera hent hjá tær at vita, hvussu ergoterapeutarnir og fysioterapeutarnir býta venjingina millum sín.
Ergoterapeuturin
Ergoterapeuturin hjálpir tær at endurvenja førleikar, sum tú hevur, ella sum tú ert í vanda fyri at missa. Ber ikki til at endurvenja førleikarnar, arbeiða tú og ergoterapeuturin við at tillaga tínar førleikar.
Venjingin hevur sum útgangsstøði, at tú sjálv veitst, hvat hevur týdning, og hvat tú hevur fyri neyðini til at virka í gerandisdegnum. Í hvørjum einstøkum føri tekur terapeuturin hædd fyri í hvønn mun, tú megnar og ynskir at taka lut.
Endurvenjingin kann snúgva seg um at venja førleikarnar aftur, at tillaga gerandisdagin við hjálpartólum ella at læra nýggjar hættir, sum kunnu stuðla uppundir, at tú megnar gerandisdagin.
Venjingin er aloftast heima hjá tær, men kann eisini vera í Heilsuhúsinum í smærri bólkum.
Fysioterapeuturin
Fysioterapeuturin hjálpir tær at viðlíkahalda ella endurvinna flest møguligar rørslur, sum tær tørvar fyri at hava ein virknan gerandisdag og eitt virkið lív so leingi, sum gjørligt.
Fysioterapeuturin hjálpir tær at venja styrki, konditión, javnvág og samskipan av vøddum. Venjingarnar hava sum høvuðsmál, at tú skalt hava eina góða kropskenslu, hóast ellisbrek.
Endurvenjingin gongur sum oftast fyri seg í venjingarliðum við umleið átta persónum, sum venja saman. Til ber eisini at fáa endurvenjing heima í styttri tíðarskeið.
Tá tú fært játtað endurvenjing, setur ein ergo- ella fysioterapeutur seg í samband við teg, so tit kunnu avtala nær og hvussu ofta liggur fyri at venja. Síðan fært tú nærri boð um venjingartíðir- og stað. Tíð á degnum og longd á venjingini kann vera skiftandi.
Vit vænta, at tú:
- Møtir væl upp
- Ert í klæðum, tú fært rørt teg í
- Ert hugagóð og vilt arbeiða miðvíst fyri at røkka málinum, tú hevur sett tær
- Ikki ert bangin fyri at royna okkurt øðrvísi av og á, tá venjingarnar eru ymiskar
Tá endurvenjingin er liðug, fært tú ráðgeving frá okkum um, hvussu tú sjálv kanst halda fram við at venja.
Endamálið við venjing í bólki er at økja um tína styrki og betra um javnvág og heilsustøðu soleiðis, at tú aftur verður før fyri at liva á tann hátt, sum tú ynskir.
Tá vit venja í bólkum, eru umleið 8 fólk í hvørjum bólki. Ein venjing byrjar sum oftast við, at vit hita upp. Síðan gera vit ymiskar venjingar, sum eru tillagaðar til tín tørv. Vit venja umleið ein tíma tvær ferðir um vikuna í mesta lagi 10 vikur tilsamans.
Tá vit hava játtað tær endurvenjing, fært tú boð um venjingartíð og stað.
Vit vænta, at tú:
- Møtir væl upp
- Ert í klæðum, tú fært rørt teg í
- Hevur skógvar við, sum sita væl á fótunum og sum eru góðir at ganga í
- Ert ílatin eftir veðrinum, um vit venja uttandura
- Ert hugagóð og vilt arbeiða miðvíst fyri at røkka málinum, tú hevur sett tær
- Ikki ert bangin fyri at royna okkurt øðrvísi av og á, tá venjingarnar eru ymiskar
Tá venjingin er liðug, veita vit ráðgeving um, hvussu tú sjálv kanst halda fram við at venja.
Fyri virknaðin av venjingini er týdningarmikið, at tú venur regluliga. Tí mugu ikki vera ov nógv og stór glopp millum venjingarnar. Av hesi orsøk eigur avboð at vera undantak.
Fært tú ikki møtt upp til venjing, ella liggur ikki fyri at venja saman við okkum við hús, skalt tú skjótast gjørligt geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á telefon 30 20 00 ella til kontaktpersónin, sum vit hava upplýst tær.
Er venjingin skipað sum einstaklingavenjing, er hon ókeypis.
Venur tú á einum endurvenjingarliði, rindar tú fyri eitt venjingarskeið. Kostnaðin finnur tú á síðu okkara um brúkaragjøld.
Hevur tú spurningar um endurvenjing, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á telefon 30 20 00 og fáa nærri vegleiðing. Telefonin svarar mánadag til hósdag klokkan 9-15.30 og fríggjadagar klokkan 9-15.
Heilsuhúsið
Brekkutún 1
188 Hoyvík