Søk um ergo- ella fysioterapi

Ert tú fólkapensjonistur við skerdum virkisførleika, ella tørvar tær framhaldandi endurvenjing, tí tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi? Ella ynskir tú eina førleikameting frá terapeuttoyminum ella ráðgeving um bústaðartillaging? So kanst tú søkja ymisk tilboð frá ergo- og fysioterapeutunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.



Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Hjálpin frá ergo- og fysioterapeutunum fevnir um seks ymisk tilboð. Tá ið tú søkir, mást tú sostatt velja tað tilboðið, sum er viðkomandi fyri teg og tína heilsustøðu. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir tínar valmøguleikar, tá tú skalt søkja um ergo- ella fysioterapi.

Ivast tú í, hvat er rætta tilboðið fyri teg, kanst tú altíð venda tær til Heilsuhúsið í Hoyvík. Ring á telefon 30 20 00 ella skriva til heilsuhusid@torshavn.fo

 



Tilboðini um ergo- og fysioterapi
Førleikameting og ráðgeving

Hetta tilboðið er til tín, sum ynskir eina serkøna meting av tínari førleikastøðu. Í sama viðfangi kanst tú fáa ráðgeving um, hvussu tú best kann menna og halda tínar førleikar við líka. Kunna teg nærri um møguleikan á síðu okkara um førleikameting og ráðgeving. Her kanst tú eisini søkja tilboðið.

Førleikameting og ráðgeving frá terapeuttoyminum

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Fyribyrgjandi venjing er eitt tilboð til tín, sum hevur skerdan virkisførleika, ella har heilsustøðan er broytt soleiðis, at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin. Tú finnur kunning um tilboðið og umsókn á síðu okkara um fyribyrgjandi venjing í FIMI.

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Rehabilitering 

Rehabilitering er eitt tilboð til tín, sum hevur munandi skerdan virkisførleika í gerandisdegnum, og sum hevur trupult við at luttaka sum samfelagsborgari. Les meira um tilboðið á síðu okkara um rehabilitering. Her hevur tú eisini møguleika fyri at søkja um tilboðið.

Rehabilitering

Endurvenjing til heimabúgvandi 

Endurvenjing til heimabúgvandi er til tín, sum hevur fyri neyðini at endurvenja tinar førleikar. Endurvenjing kann til dømis vera viðkomandi, tá ið tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing.

Endurvenjing til heimabúgvandi kann eisini vera ein møguleiki, hevur tú verið sjúk, ert tú viknað, hevur tú pínu ella um tú ert í vanda fyri at missa førleikar og hevur ilt við at megna gerandisdagin á sama hátt sum áður.

Les meira um tilboðið á síðu okkara um endurvenjing til heimabúgvandi. Her kanst tú eisini søkja um tilboðið.

Endurvenjing til heimabúgvandi

Tilboð til fólk við varandi sjúku

Hetta er til tín, sum hevur varandi sjúku, og sum ert áhugað í at venja og vera saman við øðrum í somu støðu. Talan er um eitt venjingar- og undirvísingarskeið, sum ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri. Kunna teg nærri og søk tilboðið á síðu okkara um tilboðið til fólk við varandi sjúku.

Tilboð til fólk við varandi sjúku

Hjálpartól og bústaðartillaging

Tilboðið er til tín, sum hevur niðursettan førleika, og har bústaðurin av tí sama er vorðin óhóskandi at búgva í. Ergoterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni kann hjálpa tær við at meta um tín tørv og geva tær leiðbeining, tá tú skalt søkja um hjálpartól ella bústaðartillaging frá Almannaverkinum.

Kunna teg nærri á síðuni um hjálpartól og bústaðartillaging, har tú eisini kanst søkja um tilboðið.

Søk um hjálpartól ella bústaðartillaging

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um ergo- ella fysioterapi« í evnisteigin.

Umsókn um ergo- ella fysioterapi

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Leiðandi ergoterapeutur
Tel. 79 31 34

Leiðandi fysioterapeutur
Tel. 79 31 45

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15