Tilboð til fólk við demenssjúku
Ert tú demenssjúkur ella avvarðandi at demenssjúkum borgara, kanst tú fáa ráðgeving og vegleiðing frá Kommunalu demenssamskipanini í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Demenssamskipararnir hava drúgvar royndir og servitan innan demens og kunnu tosa við teg um tína støðu, lurta, ráðgeva og vísa á tey tilboð, vit hava í kommununi. Niðanfyri kanst tú kunna teg nærri um tey tilboð og tær tænastur, Heilsu- og umsorganartænastan veitir demenssjúkum fólki og teirra avvarðandi.
Ert tú farin at gloyma, varðar tú av einum, ið er farin at gloyma ella hevur tú nýliga fingið staðfest demenssjúku, kanst tú fáa ráðgeving og vegleiðing frá demenssamskiparum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Ert tú heimabúgvandi og hevur tú tørv á hjálp til persónliga røkt ella sjúkrarøkt, kanst tú fáa heimarøkt ella heimasjúkrarøkt frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Kunna teg nærri á síðum okkara um heimarøkt og heimasjúkrarøkt.
Hevur tú demenssjúku og tørvar tær umsorgan, røkt og sosialari samveru, kanst tú søkja um dag- ella kvøldtilboð.
Í Tórshavnar kommunu eru dag- og kvøldtilboð fyri borgarar við demenssjúku:
- Eitt dagtilboð í Stjørnulon
- Eitt dag- og kvøldtilboð í Tjarnarlon.
Í dag- og kvøldtilboðunum fært tú møguleika fyri at koma saman við øðrum undir hugnaligum og skipaðum umstøðum. Saman við okkara starvsfólkum ert tú við til at seta dám á virksemið og samveruna. Vit skipa fyri virksemi, ið stuðlar undir, at tú kanst halda tínar førleikar við líka og verða búgvandi heima.
Dag- og kvøldtilboðini fyri borgarar við demenssjúku snúgva seg í serligan mun um trivna og lívsgleði, hóast minnið er viknað. Innihaldsríka samveran hevur tískil stóran týdning í dag- og kvøldtilboðunum.
Rørsla, kostur og virksemi hevur nógv at siga fyri heilsu og trivnað hjá okkum øllum, og tí leggja vit eisini dent á heilsustimbran og fyribyrging. Vit gera mat, baka, fimleik, spæla kort, skipa fyri útferðum, binda og mangt annað.
Tú kanst lesa meira um dag- og kvøldtilboðini á síðu okkara um dag- og kvøldtilboð ella kunna teg nærri í faldara okkara, sum tú finnur her:
Ert tú fólkapensjónistur ella borgari við demenssjúku undir pensjónsaldur, kanst tú søkja um at fáa tillutað eitt stutttíðarpláss frá Heilsu- og umsorganartænastuni. Stutttíðarplássini finnur tú á Demensdeplinum á Tjarnargarði og á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd.
Eitt stutttíðarpláss er, soleiðis sum orðið leggur upp til, eitt tíðaravmarkað uppihald, har tú kanst fáa hjálp alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið samsvarandi tínum tørvi.
Tú kanst til dømis søkja um stutttíðarpláss, tí:
- tú hevur tørv á linnandi røkt og umsorgan
- tíni avvarðandi og tú sjálv hava tørv á einari fríløtu, har tú ert til umlætting á stutttíðarplássinum
- tær tørvar eina tørvsmetan í mun til tína heilsu og tínar førleikar. Tað vil siga, at starvsfólk saman við tær leggja eina ætlan fyri, hvørji betranarátøk kunnu setast í verk
Tilboðið kann fevna um fleiri ymisk átøk í mun til tín tørv og tína heilsustøðu. Tú kanst lesa meira á síðu okkara um stutttíðarpláss, sum tú finnur her:
Kommunan hevur fimm búeindir til fólk við demenssjúku. Hesar eru á Vallalíð, Boðanesheiminum, Lágargarði, Demensdeplinum á Tjarnargarði og Eldrasambýlinum oman Mattalág.
Á búeindunum veita vit røkt og umsorgan við eginumsorgan fyri eyga. Tað vil siga, at okkara røkt tekur atlit til tína likamligu og sálarligu orku: Tú fært stuðul til at varðveita teir førleikar, tú hevur, og fært samstundis hjálp til tað, tú ikki megnar.
Vit byggja umsorganina og røktina á tína lívssøgu og arbeiða út frá persónsmiðsavnandi umsorgan, ið merkir, at røktin tekur støði í tínum fortreytum, tørvi og virðum.
Vit kunnu tilluta tær eitt demensbúpláss, um tú ert útgreinað fyri demens ella mett at hava tørv á demensbúplássi og hevur tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.
Demensbúplássini eru ætlað bæði fólkapensjónistum og fólki við demenssjúku undir pensjónsaldur.
Tú kanst søkja um búpláss á síðu okkara um búpláss við umsorgan og røkt. Tú kanst eisini lesa um einstøku búplássini, ið hava hvør sína síðu. Tú finnur búplássini í listanum niðast á hesari síðuni.
Tú kanst søkja um samsýning at ansa demenssjúkum heima. Samsýningin hevur sum endamál at tryggja, at borgarin við demenssjúku fær støðuga røkt og hjáveru í heiminum og tískil ikki noyðist at fara á røktarheim. Kunna teg nærri á síðu okkara um ansing av eldri og óhjálpnum heima.
Hevur tú spurningar ella ivamál um demenssjúku, kanst tú seta teg í samband við kommunalu demenssamskipanina umvegis telefon ella teldupost. Tú ert vælkomin at ringja til telefon 96 20 89 ella skriva til demensdepilin@torshavn.fo.
Tú fært beinleiðis samband við kommunalan demenssamskipara, sum kann ráðgeva og vegleiða teg.
Tú kanst lesa meira um tilboðini og tænasturnar í faldaranum:

Eldrasambýlið oman Mattalág
Oman Mattalág 5
100 Tórshavn
Vís búpláss
Vís á korti

Boðalon á Boðanesheiminum
Yviri við Strond 95
100 Tórshavn
Vís búpláss
Vís á korti

Handarastova á Lágargarði
Stoffalág 84
100 Tórshavn
Vís búpláss
Vís á korti

Demensdepilin á Tjarnargarði
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
Vís búpláss
Vís á korti

Heimið við Vallalíð
Vallalíð 12
100 Tórshavn
Vís búpláss
Vís á korti