Lurta

Tilboð til fólk við varandi sjúku

Ert tú fólkapensjonistur við varandi sjúku, og hevur tú áhuga í at venja og vera saman við øðrum í somu støðu, kanst tú koma á eitt venjingar- og undirvísingarskeið, sum ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja á Vanganum.

Søk um venjing og undirvísing

Á Vanganum skalt tú fylla út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Um venjingar- og undirvísingarskeiðið
Hvør kann luttaka?

Skeiðið er fyri menn og kvinnur, ið eru 67 ár ella eldri og hava fingið staðfest varandi sjúku. Hvørt skeið hevur pláss fyri 8 luttakarum.

Eru ov fáir luttakarar meldaðir til venjingina, bjóða vit tær at venja á einum øðrum venjingarliðið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, ið hóskar til tín tørv á venjing.

Hvussu søki eg?

Tú kanst søkja um venjingar- og undirvísingarskeiðið fyri fólk við varandi sjúku á Vanganum.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja á Vanganum.

Søk um venjingar- og undirvísingarskeið

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um venjingar- og undirvísingarskeið fyri fólk við varnadi sjúku.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvørji eru endamálini við skeiðnum?

Endamálini við venjingini og undirvísingini eru:

  • At venja konditión, styrki, áhaldni, kropsburð og javnvág
  • At fyribyrgja hjáárin av sjúkuni
  • At læra um sjúkuna
  • At stuðla upp undir sjálvbjargni
  • At fáa ein meira virknan gerandisdag
  • At megna gerandisdagin betur
Hvussu sær ein undirvísingar- og venjingarætlan út?

Vit venja og undirvísa í 1 til 2 tímar tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Venjingarnar eru í Heilsuhúsinum í Hoyvík.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tá tú kemur til venjing, skalt tú hava innanduraskógvar og klæðir, sum eru góð og løtt at røra seg í. Eisini er snilt at hava eitt handklæði við.

Venja vit úti, er týdningarmikið at vera ílatin eftir veðrinum.

Kostnaður

Kostnaðin finnur tú á leinkjuni niðanfyri um brúkaragjøld.

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Uppsøgn og avboð

Fært tú ikki komið til eina venjing ella til ein undirvísingartíma, skalt tú geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00.

Samband

Vilt tú vita meira um tilboðini til fólk við varandi sjúku, kanst tú ringja til Heilsuhúsið í Hoyvík. Vit svara tínum spurningum og vegleiða teg fegin, so tú kanst fáa eitt tilboð, ið hóskar til tín tørv.

Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku« í evnisteigin.

Umsókn um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku