Venjingartilboð til fólk við varandi sjúku

Ert tú fólkapensjonistur við varandi sjúku, og ert tú áhugað í at venja og vera saman við øðrum í somu støðu, kanst tú koma á eitt venjingar- og undirvísingarskeið, sum ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri.


Rita inn við Samleikanum. Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.



Um venjingar- og undirvísingarskeiðið
Hvør kann luttaka?

Skeiðið er fyri menn og kvinnur, ið eru 67 ár ella eldri og hava fingið staðfest varandi sjúku. Hvørt skeið hevur pláss fyri átta luttakarum.

Eru ov fáir luttakarar teknaðir til venjingina, bjóða vit tær at venja á einum øðrum venjingarliði, ið hóskar til tín tørv.

Hvussu søki eg?

Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum.

Á Vanganum fyllir tú út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkir, at tú ynskir at søkja um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku. 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Hvørji eru endamálini við skeiðnum?

Endamálini við venjingini og undirvísingini eru at:

  • Venja konditión, styrki, áhaldni, kropsburð og javnvág
  • Fyribyrgja hjáárin av sjúkuni
  • Læra um sjúkuna
  • Stuðla upp undir sjálvbjargni
  • Fáa ein meira virknan gerandisdag
  • Megna gerandisdagin betur
Hvussu sær ein undirvísingar- og venjingarætlan út?

Vit venja og undirvísa í ein til tveir tímar tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Venjingarnar eru í Heilsuhúsinum í Hoyvík.

Heilsuhúsið

Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tá tú kemur til venjing, skalt tú hava innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð og løtt at røra seg í. Eisini er snilt at hava eitt handklæði við. Venja vit úti, er týdningarmikið at vera ílatin eftir veðrinum.

Kostnaður

Kostnaðin finnur tú á síðu okkara um brúkaragjøld.

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Uppsøgn og avboð

Fært tú ikki komið til eina venjing ella til ein undirvísingartíma, skalt tú geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á telefon 30 20 00.

Samband

Vilt tú vita meira um tilboðini til fólk við varandi sjúku, kanst tú ringja til Heilsuhúsið í Hoyvík. Vit svara tínum spurningum og vegleiða teg fegin, so tú kanst fáa eitt tilboð, ið hóskar til tín tørv.

Telefonin svarar mánadag til hósdag klokkan 9 til 16 og fríggjadagar klokkan 9 til 15.
 

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata skjalið inn í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku« í evnisteigin.

Umsókn um venjing og undirvísing fyri fólk við varandi sjúku

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15