Lurta
Til lesiveik

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Tú kanst søkja um samsýning at ansa einum eldri og óhjálpnum borgara heima við hús. Endamálið við samsýningini er at tryggja, at óhjálpni borgarin kann fáa støðuga røkt og hjáveru í heiminum heldur enn at fara á røktarheim. Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvør kann gerast ansari, og hvussu tú kanst søkja.

SØK UM SAMSÝNING TIL ANSING HEIMA



Ansa eldri og óhjálpnum heima
Hvør kann vera ansari?

Treytin fyri at gerast ansari er, at tú ert før fyri at átaka tær uppgávuna sum ansari. Tú noyðist ikki at vera beinleiðis í familju við tann, sum hevur tørv á ansing. Bæði menn og kvinnur kunnu gerast ansarar. Heilsu- og umsorganartænastan metir um, hvørt tú ert før fyri at røkja uppgávuna sum ansari.

Vanliga fellur heimahjálpin burtur, tá samsýningin fyri ansing verður játtað. Tann óhjálpni kann tó vera í dagtilboði í upp til 20 tímar um vikuna.

Sum ansari kanst tú ikki hava annað stórvegis arbeiði, sum er lønt. Hevur tú annað lønt starv, kann tað í mesta lagi vera 20 tímar um vikuna. Hevur tú arbeiði aftrat ansingini, mást tú tryggja tær, at onnur eru í húsunum, sum kunnu vera um tann óhjálpna, meðan tú ert til arbeiðis.

Tú hevur rætt til at halda frí tilsamans 5 vikur um árið og noyðist tá sjálv at finna ein avloysara, sum eisini kann fáa útgoldið samsýning. Fyri at gerast ansari, skal avloysarin lúka somu treytir sum tú.

Ansingarsamsýningin er 10.789 kr. um mánaðin umframt eftirløn. Hetta er skattskyldug inntøka.

Hvussu geri eg?

Ynskir tú at søkja um samsýning at ansa eldri og óhjálpnum persóni heima við hús, skalt tú søkja á Vanganum.

SØK UM SAMSÝNING TIL ANSING HEIMA


Tann óhjálpni skal vátta, at hann ynskir at vera ansaður.

Tá vit hava móttikið umsóknina, kemur ein visitator á vitjan í heiminum hjá tí óhjálpna og hevur eina samrøðu við teg og tann óhjálpna. Visitatorurin ger síðan eina heildarmeting av støðuni. Vit taka støði í heildarmetingini, tá vit taka støðu til, hvørt vit kunnu játta ansingarsamsýning.

Játta vit ansingarsamsýning, veita vit samsýningina frá tí degi, avgerðin er tikin. Tú skalt rokna við, at viðgerðin tekur 4 - 6 vikur. Tú fært svar, tá vit hava viðgjørt tína umsókn.

Vit gera ein nýggja meting hvørt ár og taka støðu til, hvørt ansingaravtalan skal halda fram.

Samband

Hevur tú tørv á fleiri upplýsingum, ella hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.

Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 - 15.30 og fríggjadag kl. 8 - 15.

Onnur kunning

Les meira um ansingartilboðið í okkara faldara um ansing av eldri og óhjálpnum heima.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Eg havi trupult við at nýta talgildar skipanir

Hevur tú trupult við at nýta Vangan og aðrar talgildar skipanir, kanst tú fylla umsóknarskjalið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn ella í Heilsuhúsinum í Brekkutúni 1 í Hoyvík.

Umsókn um at ansa eldri og óhjálpnum heima