Lurta

Stutttíðarpláss

Okkara tilboð um stutttíðarpláss er til tín, sum ert fólkapensjonistur, og sum hevur tørv á rehabilitering og røkt alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið fyri at endurvinna tínar førleikar.

Eitt stutttíðarpláss er eitt tíðaravmarkað uppihald, har starvsfólk eru um teg alt samdøgrið. Tilboðið kann fevna um fleiri ymisk átøk í mun til tín tørv og tína heilsustøðu, til dømis endurvenjing, rehabilitering, umlætting, tørvsmetan ella linnandi røkt.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

SØK UM STUTtTÍÐARPLÁSS

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Niðanfyri kanst tú lesa um stutttíðarplássini í Tórshavnar kommunu og kunna teg um, hvussu tú søkir.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Stutttíðarpláss
Hvar eru stutttíðarplássini?

Stutttíðarplássini eru á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd í Rólantsgøtu í Hoyvík og á Demensdeplinum á Tjarnargarði á Hoydalsvegnum. Á Urd eru 27 stutttíðarpláss, og á Demensdeplinum eru 10 stutttíðarpláss.

Tú finnur síðuna hjá Urd her:

Rehabiliteringsdepilin Urd

Hvønn eru stutttíðarplássini ætlað til?

Eitt stutttíðarpláss er eitt tilboð til tín, sum ikki hevur møguleika fyri at fara heim í egnan bústað aftaná innleggjan á sjúkrahúsi, ella sum hevur tørv á, at fólk eru um teg alt samdøgrið í eitt avmarkað tíðarskeið, soleiðis at tú kanst endurvinna tínar førleikar.

Endamálið við uppihaldinum kann vera ymiskt og fevna um rehabilitering, endurvenjing, tørvsmetan, umlætting ella linnandi røkt. Tú kanst til dømis søkja stutttíðarpláss, tí:

  • tær tørvar eina tørvsmetan í mun til tína heilsu og tínar førleikar. Tað vil siga, at starvsfólk saman við tær gera eina metan og leggja eina ætlan fyri, hvørji betranarátøk kunnu setast í verk.
  • tú hevur brúk fyri at menna tínar førleikar fyri at kunna vera heima sum longst
  • tú hevur tørv á linnandi røkt og umsorgan
  • tíni avvarðandi og tú sjálv hava tørv á einari fríløtu, har tú ert til umlættingar á stutttíðarplássinum.
Hvat inniber eitt uppihald?

STUTtTÍÐARPLÁSS Á URD

Borgarar, ið verða visiteraðir til Urd, eru fólkapensjónistar,  sum í eitt styttri tíðarskeið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið.

Talan er um eitt tvørfakligt og samanhangandi tilboð, sum skal stuðla undir, at tú fært livað eitt virkið og innihaldsríkt lív. Saman við tær og tínum avvarðandi arbeiða vit fram ímóti, at tú varðveitir og styrkir tínar førleikar, heilsu og vælveru.

Rehabilitering tekur støði í gerandisvirksemi, skilt á tann hátt, at øll gerandismál eru liður í venjingini, so sum at koma upp úr songini, persónligt reinføri, at lata seg í og úr og at fáa sær at eta. Allir fakbólkar á deplinum taka lut í rehabiliteringini og seta tvørfaklig mál saman við tær.

Endamálið er, at tú hevur ment teg og fingið betri lívsgóðsku, tá tú fert heim aftur. Fyri at náa ásettu málini er tað umráðandi, at tú tekur virknan lut í ætlanini fyri uppihaldinum.

STUTtTÍÐARPLÁSS Á DEMENSDEPLINUM

Borgarar sum verða visiteraðir til Demensdepilin á Tjarnargarði, eru borgarar við demenssjúku, sum hava tørv á, at starvsfólk við servitan innan demens eru um tey, og har avvarðandi hava tørv á einari fríløtu.

Talan kann vera um seta heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøk í verk, sum gera teg og tíni avvarðandi betur før fyri at megna gerandisdagin heima. Talan kann eisini vera um at fáa gjørt eina tørvsmetan, sum millum annað fær greiðu á, hvørji átøk kunnu setast í verk, so tú fært ein skipaðan og góðan gerandisdag.

Soleiðis søkir tú

Tú kanst søkja um stutttíðarpláss á Vanganum. Í umsóknini verður tú millum annað biðin um at greiða frá tínari støðu, orsøkina til at tú søkir um stutttíðarpláss og nær tú hevur tørv á plássi.

Rita inn á Vangan við tínum Samleika.

SØK UM STUTtTÍÐARPLÁSS

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu fært tú harafturat fylgt við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá ið eg havi søkt?

Eina ferð um mánaðin viðgera vit allar umsóknir um stutttíðarpláss. Eru fleiri umsóknir enn tøk pláss, játta vit pláss eftir tørvi, og tá kann vera ein ávís bíðitíð, áðrenn vit fáa játtað tær eitt pláss.

At vit játta stutttíðarpláss eftir tørvi vil siga, at vit gera eina fakliga meting í hvørjum einstøkum føri og játta pláss til teir borgarar, ið hava størsta tørvin. Fakliga metingin tekur støði í tínari umsókn. Ivast vit í hesum sambandi, setur ein visitator seg í samband við teg ella tíni avvarðandi fyri at avtala eina heimavitjan.

Játta vit tær pláss, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks. Hevur tú ikki Vangan og MínBoks, senda vit svarið til tín bústað.

Hvat kostar eitt stutttíðarpláss?

Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri stutttíðarplássið frá fyrsta degi. Tú fært eina rokning, tá tíðarskeiðið á deplinum er av. Gjaldið fevnir um mat og drekka, røkt og venjing og vask av handklæðum og seingjarklæðum.

Gjaldið er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023. 

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Umráðandi at vita, tá tú fert á eitt stuttíðarpláss

Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvat tú skalt minnast til, áðrenn tú fert á uppihaldið á deplinum.

Hvat skal eg hava við mær?

Tá vit hava játtað tær eitt uppihald, senda vit tær ein lista, ið greiðir frá, hvat tú skalt minnast til at hava við tær til uppihaldið.

Hetta skalt tú minnast til at hava við tær:

  • klæðir, ið eru navnamerkt (minst til góð útiklæðir eisini)
  • góð útiklæðir
  • skógvar (bæði úti- og inniskógvar)
  • sápu, hársápu og annað, sum tú vanliga nýtur til persónliga røkt
  • hjálpitól, so sum gangistól (rollator), hoyritól, blæur, stomiposar og annað, tær tørvar
  • ein nýggjan og fullfíggjaðan heilivágslista (hann kanst tú fáa frá tínum lækna)
  • heilivág og annað tílíkt til uppihaldið
  • heilivágseskjur, um tú fært annan heilivág, sum ikki er skamtaður á apotekinum
  • protein- og sondukost, um tú vanliga brúkar hetta
  • journalupplýsingar frá sjúkrahúsi, kommunulækna ella serlækna, sum eru viðkomandi í mun til tíðina, tú ert á stutttíðarplássinum

Fært tú eitt stuttíðarpláss á Demensdeplinum á Tjarnargarði, skalt tú eisini hava dýnu og kodda við tær.

Hvør skal hava boð um uppihaldið?

Fært tú aðrar tænastur frá Heilsu- og umsorganartænastuni, er umráðandi at boða Heilsu- og umsorganartænastuni frá, at tú fert á eitt stutttíðarpláss, og at tænasturnar tí skulu halda uppat fyribils. Tænastur, sum fyribils skulu halda uppat, kunnu til dømis vera matartænasta, reingerðartænasta, dagtilboð, heimahjálp ella aðrar fastar avtalur.

Tað er somuleiðis umráðandi, at tú boðar frá, tá tú ynskir, at hesar tænastur skulu halda takast upp aftur.

Tá uppihaldið er av

Tá tíðarskeiðið á stutttíðarplássinum er av, verður heimatænastan kunnað um, hvussu uppihaldið hevur verið, og hvørji átøk vit hava sett í verk. Heimatænastan avger so, hvussu vit kunnu fylgja átøkunum upp og hjálpa tær at viðlíkahalda tey.

Meta vit á deplinum, at tú hevur tørv á meira hjálp, tá tú fert avstað, enn tá tú komst inn á stutttíðarplássið, skipa vit fyri nýggjari tørvskanning í sambandi við tína heimferð.

Vit gera eisini eina ætlan saman við tær um, hvussu tú á bestan hátt fært hildið førleikarnar viðlíka.

Samband

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd 
Rólantsgøta 20
188 Hoyvík

Deild 1
Tel. 27 01 14
urd@torshavn.fo 

Deild 2
Tel. 27 01 18
urd@torshavn.fo 

Eindarleiðari
Mona Maria úr Fugloy
monamaria@torshavn.fo


Deildarleiðari
Hanne-mi á Brúgv
hannemi@torshavn.fo

Demensdepilin á Tjarnargarði
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
Tel. 30 20 75

Stutttíðarpláss
Tel. 30 20 85

Eindarleiðari
Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo

Deildarleiðari
Diana Poulsen Strøm
dianas@torshavn.fo

Bólkaleiðari
Barbara S. Djurhuus
barbarasd@torshavn.fo

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stutttíðarpláss« í evnisteigin.

Umsókn um stutttíðarpláss

Bakgrundskunning

Lógarverk

Heilsu- og umsorganartænastan virkar eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt, sum tú finnur her:

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt (logir.fo)

Kunna teg nærri um gjald fyri umlætting í kunngerðini um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu.

Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu (logir.fo)

Heilsuhúsið
Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00