Eg vil skelta – krevst loyvi?
Vilt tú seta upp skíggja ella skelti, skalt tú altíð søkja um loyvi fyrst. Tíðaravmarkað skelting krevur ikki loyvi, men skal skrásetast hjá Tórshavnar kommunu, áðrenn skeltið verður sett upp.
Skeltisreglugerðin nágreinar, hvussu skelting í kommununi skal fara fram, og hvussu skeltingarsniðið skal síggja út. Reglugerðin er rótfest í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og kom í gildi 18. september 2025. Tú finnur reglugerðina niðast á hesari síðuni.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørjar ásetingar eru galdandi í teimum einstøku økjunum í kommununi.
Tú søkir skeltisloyvi við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo og greiða okkum frá tínari ætlan. Minst til at skriva »umsókn um skeltisloyvi« í evnisteigin.
Meta vit, at skeltisætlanin ikki riggar inn í umhvørvið og heildarmyndina, kunnu vit sýta fyri at góðkenna umsóknina. Vit gera eina ítøkiliga meting í hvørjum einstaka føri.
Tíðaravmarkað skelting krevur ikki skeltisloyvi, men skal skrásetast hjá Tórshavnar kommunu, áðrenn skeltið verður sett upp. Skriva til torshavn@torshavn.fo og greið nærri frá tínari ætlan. Minst til at skriva »Skráseting av tíðaravmarkaðari skelting« í evnisteigin.
Endamálið við skeltisreglugerðini er at kunna vinnu og borgarar í Tórshavnar kommunu um, hvussu skelti skulu síggja út og setast upp, soleiðis at tey ikki eru til ampa fyri nærumhvørvið. Eitt atlit í reglugerðini er til dømis, at ljósskeltir skulu vendast soleiðis, at tey í mest møguligan mun venda burtur frá bústaðarøkjum.
Tórshavnar kommuna hevur, saman við teimum vinnurekandi, ábyrgdina av at laga skeltingina til eina størri heild, til dømis til miðbýin og bústaðarøkini í kommununi, soleiðis at vit fáa eina kommunu, har trivnaður, kunning og býarskipanarligu virðini ganga hond í hond.
Skeltini mugu sostatt tillagast til umhvørvið, tey eru partar av – tað kann til dømis vera, hvussu tey taka seg út á einum húsaveggi. Reglugerðin er sostatt við til at varðveita órørda dámin í óbygdum øki og syrgja fyri, at fólk ikki órógvast av skeltingini, men hinvegin kunnu fáa kunning á ein høgligan og tryggan hátt.
Skeltisreglugerðin viðger trý sløg av skeltum
- Vinnu- og tænastuskelti, ið vísir heitið á fyritøku, tænastum og virksemi á ognini, har virksemið fer fram
- Tænastu- og kunningarskelti, ið er sett upp fyri at kunna um og vísa veg til eitt nú friðað øki, almenn øki, urtagarðsøki, spæliøki og tílíkt
- Lýsingarskelti, t.e. skelti, bannarar og skíggjar, ið eru sett upp fyri at vísa tíðaravmarkaðar lýsingar, eitt nú tiltøk, framførslur, valstríð, útsølur, ogn til sølu og tílíkt
Verandi skíggjar og skelti fáa loyvi at standa. Tó skulu treytirnar um ljósseting lúkast. Treytirnar sært tú í fylgiskjali 1 í skeltisreglugerðini. Kommunan hevur sett eina skiftistíð upp á eitt ár fyri, nær allir skíggjar og skelti skulu vera umløgd til at lúka treytirnar fyri ljósseting.
Skiftistíðin byrjaði 18. september 2025, tá ið reglugerðin varð endaliga samtykt í Umhvørvismálaráðnum. Freistin at fáa ljóssetingarnar í rætt lag er sostatt 18. september 2026.