Lurta

Søk um hýruvognsloyvi

Fyri at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari skalt tú hava loyvi frá kommununi. Á hesari síðuni kanst tú søkja hýruvognsloyvi, lesa um treytirnar og um hvussu tú søkir. 

SØK UM HÝRUVOGNSLOYVI Á VANGANUM

Tú kanst søkja um loyvi, tá kommunan lýsir við einum tøkum loyvi. Loyvini verða givin fyri fimm ára tíðarskeið í senn.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja í Tórshavnar kommunu.
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2024 kl. 12.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú
Hvussu geri eg?

Nýt knøttin omanfyri og fyll umsóknarblaðið út á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Hvørji skjalprógv skal eg leggja við umsóknini?

Tú skalt viðfesta avrit av reinari revsiváttan og avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring.

Hvør kann søkja?

Bara einstaklingar kunnu søkja. Harafturat eru hesar treytir:

  • Tú kanst bara fáa eitt loyvi, sum umfatar ein hýruvogn
  • Loyvið er persónligt og kann ikki seljast ella latast øðrum
  • Tú kanst bara fáa hýruvognsloyvi, um tú hevur váttan fyri, at tú fert at koyra frá einari hýruvognsstøð. Hetta merkir eisini, at gevst tú at koyra frá hýruvognsstøð, verður loyvið tikið aftur

Tú kanst lesa meira um treytirnar í reglugerðini fyri hýruvognsstøðir og í hýruvognsreglugerðini fyri Tórshavnar kommunu.

Reglugerðin fyri hýruvognsstøðir í Tórshavnar kommunu

Hýruvognsreglugerðin fyri Tórshavnar kommunu

Nær kann eg søkja?

Tú kanst søkja, tá kommunan hevur lýst við einum tøkum loyvi. Býráðið ásetur talið av loyvum í kommununi.

Hvør viðger mína umsókn?

Umsitingin og Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu viðgera tína umsókn. Sum partur av okkara viðgerð, biðja vit um ummæli frá Auto og Bil, áðrenn vit lata loyvið. Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu tekur endaligu avgerðina.

Nær fái eg boð?

Tú fært boð frá kommununi eftir fundin í Vinnunevndini.

Hvussu leingi varir loyvið?

Loyvið verður givið fyri fimm ár í senn.

Kann eg endurnýggja mítt loyvi?

Ja, men málið skal leggjast fyri Vinnunevndina. Hvørt tú kanst endurnýggjað loyvið er treytað av, at tú sum loyvishavari ikki grovt ella ofta hevur brotið tínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.

Nær skal eg endurnýggja loyvið?

Tú skalt søkja um endurnýggjan av loyvinum, áðrenn fimm ára loyvistíðarskeiðið er lokið.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um hýruvognsloyvi« í evnisteigin.

Umsókn um hýruvognsloyvi

Bakgrundskunning

Kunngerðin um hýruvognsreglur

Sambært kunngerðini um hýruvognsreglur, umsitur vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 74 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.

Kunngerðin um hýruvognsreglur

Hýruvognsreglugerðin fyri Tórshavnar kommunu

Hýruvognsreglugerðin fyri Tórshavnar kommunu

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1, Ráðhúsið
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00