Lurta

Søk um loyvi til at selja út úr húsinum (takeaway)

Rekur tú matstovu í Tórshavnar kommunu, og ætlar tú tær at selja út úr húsinum, skalt tú søkja kommununa um loyvi frammanundan. Tórshavnar kommuna útskrivar endaliga loyvið.

Søk um loyvi til at selja út Úr húsinum

Fyri at fáa loyvi skalt tú útvega tær øll viðkomandi loyvi frammanundan. Tað vil millum annað siga, at tú skalt hava løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, góðkenning frá brunamyndugleikanum, og tú skalt hava ein feittbrunn til títt virksemi. Tú kanst kunna teg nærri um kravdu loyvini í lógunum, sum tú finnur í faktaboksini niðast á hesi síðuni.



Soleiðis søkir tú
Hvussu geri eg?

Tú søkir við at nýta knøttin omanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Umsókn um loyvi til at selja út úr húsinum" í evnisteigin.

Byggi- og umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu viðger tína umsókn.

Hvør kann søkja um loyvi?

Øll kunnu søkja.

Hvat krevst fyri at selja út úr húsinum?

Ein treyt fyri at selja út úr húsinum er, at tú hevur feittbrunn.

Skalt tú byggja, umbyggja ella byggja uppí, skalt tú søkja kommununa um loyvi. Í summum førum skalt tú eisini søkja um loyvi, tá tú byggir um innandura, ella um virksemið broytist. Kunna teg nærri á síðu okkara um vinnuliga bygging:

Vinnulig bygging

Bakgrundskunning

Tú kanst kunna teg nærri í Løgtingslógini um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi, í kunngerðini um umhvørvisreglur og í kunngerðini um spillvatn.

Løgtingslógin um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (logir.fo)

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Kunngerð um spillvatn (logir.fo)