Lurta

Søk um matstovuloyvi

Vilt tú hava loyvi til at reka matstovu, skalt tú søkja Loyvisnevndina um loyvi. Fyri at søkja Loyvisnevndina um matstovuloyvi, skalt tú altíð útvega tær eina bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi.

Søk um bruna- og umhvørvisváttan frá Tórshavnar kommunu

Partur av brunagóðkenningini hjá kommununi er at áseta mest loyvda tal av gestum á staðnum. Kommunan skal eisini umhvørvisgóðkenna virksemið. Tað vil siga, at vit skulu tryggja okkum, at virksemið samsvarar við galdandi umhvørvisreglurnar.

Hvat krevst av tínari umsókn annars veldst um, hvat slag av virksemi, tú søkir um loyvi til. Í ávísum førum noyðist tú til dømis eisini at útvega tær eina løggildingarváttan ella eitt skrásetingarskjal frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella eitt alment loyvi frá løgregluni.

Niðanfyri sært tú, hvørjir myndugleikar eru viðkomandi fyri ymisku sløgini av virksemi, og hvørjar váttanir, skrásetingar ella løggildingar eru kravdar. Tú skalt tó minnast til, at tað til eina og hvørja tíð eru krøvini og leiðbeiningarnar frá Loyvisnevndini, sum eru galdandi. Niðast á hesi síðuni finnur tú eisini eitt yvirlit yvir mannagongdina fyri viðgerð av tínari umsókn um matstovuloyvi.

Fortreytir fyri at søkja matstovuloyvi
Gistingarhúsvirksemi
  • Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
Matstovuvirksemi
  • Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
  • Løggildingarváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Kafévirksemi
  • Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
  • Løggildingarváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Diskoteksvirksemi
  • Bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi
  • Skrásetingarskjal frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
  • Alment loyvi frá løgregluni

Kunna teg um, hvussu tú søkir alment loyvi á heimasíðuni hjá løgregluni ella á okkara síðu um alment loyvi.

Alment loyvi (politi.fo)

Eg vil søkja um alment loyvi

Vertshúsvirksemi

Mentanarligt virksemi

Mannagongd fyri umsóknir um matstovuloyvi
Tú sendir umsókn við tilhoyrandi skjølum til kommununa

Send tína umsóknin til torshavn@torshavn.fo.

Tá kommunan fær tína umsókn, viðger Byggi- og umhvørvisdeildin umsóknina og kannar eftir, um skjøl mangla. Tá vit hava fingið øll skjølini frá tær, gera vit avtalu við teg um eftirlit.

Kommunan kemur á eftirlitsvitjan

Kommunan ger eftirlit á staðnum og sendir tær síðan eina eftirlitsfrágreiðing við møguligum krøvum um tillagingar, sum mugu gerast, áðrenn váttanin kann latast.

Tillagingar verða gjørdar

Tú gert kravdu tillagingarnar og boðar kommununi frá, tá viðurskiftini eru komin í rættlag.

Kommunan undirskrivar váttanina

Tá alt er gjørt sambært krøvunum frá kommununi, skrivar kommunan undir váttanina og sendir hana til Loyvisnevndina.

Loyvisnevndin útskrivar loyvið

Loyvisnevndin útskrivar endaliga loyvið, sum er galdandi í fýra ár.