Hvussu søki eg skeinkiloyvi?
Tú fyllir út eitt umsóknarblað, sum tú kanst útvega tær frá Loyvisnevndini. Tú fært neyvari leiðbeining um mannagongdina, tá tú vendir tær til Loyvisnevndina eftir úmsóknarblaðnum.
Kunna teg nærri við at senda Loyvisnevndini eitt teldubræv til loyvisnevndin@rusan.fo ella við at ringja til Loyvisnevndina á tel. 34 04 00. Loyvisnevndin svarar mánadag til hósdag kl. 8-15 og fríggjadag kl. 8-14.
Skeinkiloyvið skal endurnýggjast, áðrenn tað gongur út
Minst til, at tú mást søkja um endurnýggjan av loyvinum tríggjar mánaðar áðrenn, skeinkiloyvið gongur út.
Somuleiðis noyðist tú at søkja av nýggjum, um tíni viðurskifti ella virksemi broytast. Ein broyting kann til dømis vera, at virkið ella felagið skiftir eigara, tit stovna nýtt partafelag, flyta ella byggja um.