Lurta

Søk um svimjihyljaloyvi

Ætlar tú tær at reka svimjihyl ella gosbað, ið er ætlað almenninginum ella nógvum fólki, mást tú fyrst søkja kommununa um svimjihyljaloyvi. Tað áliggur kommununi at hava eftirlit við, at góðskukrøvini hjá Umhvørvisstovuni verða hildin. Skal kommunan góðkenna títt virksemi, má virksemið sostatt lúka góðskukrøvini hjá Umhvørvisstovuni.

Søk um svimjihyljaloyvi

Góðskukrøvini hjá Umhvørvisstovuni eru reinføriskrøv, ið fevna um alt frá reinskiskipan og filtur til reinføri í skiftingarrúmum. Krøvini skulu tryggja, at heilsan ikki verður sett í váða hjá teimum, ið nýta hylin.

Krøvini eru galdandi fyri allar hyljar, ið eru ætlaðir almenninginum ella nógvum fólki. Tey eru sostatt eisini galdandi fyri hyljar á hotellum, tjaldstøðum, skúlum, frítíðarplássum, sjúkrahúsum og fyri gosbað, viðgerðarbað v.m.



Soleiðis søkir tú
Kunna teg um reglurnar, áðrenn tú søkir

Tað er umráðandi, at tú kunnar teg um krøvini, áðrenn tú søkir. Hav í huga, at í minsta lagi eitt fólk skal setast til at hava høvuðsábyrgdina av rakstri og røkt av svimjihylsanlegginum.

Fyri at kunna røkja sína ábyrgd til fulnar, skal ábyrgdarfólkið hava útbúgving, ið er góðkend av Umhvørvisstovuni, og fólkið skal kunna skjalprógva sínar førleikar. Minstakravið til góðkenda útbúgving er, at viðkomandi hevur luttikið á skeiði, ið samsvarar skeiðið »Svømmebadsteknik – første del« hjá Teknologisk Institut í Danmark.

Reglugerðina hjá Umhvørvisstovuni um góðskukrøv til svimjihyljar finnur tú á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Afturat góðskukrøvunum hjá Umhvørvisstovuni, skal títt virksemi eisini lúka tey krøv, ið eru ásett í danskari lóggávu og vegleiðingum. Krøvini finnur tú á heimasíðuni hjá danska umhvørvismálaráðnum.

Reglugerð um góðskukrøv til svimjihyljar (us.fo)

Ny vejledning om kontrol med svømmebade (mst.dk)

Soleiðis gert tú

Tú søkir góðkenning við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri, fylla umsóknarskjalið út og senda tað til torshavn@torshavn.fo saman við kravdu fylgiskjølunum.

Søk um svimjihyljaloyvi

Kravdu fylgiskjølini eru hesi:

  • plantekning og skipan av viðkomandi rúmum og virksemi
  • upplýsingar um vatnviðgerðarskipanina
  • dátublað og aðrar upplýsingar, ið hava týdning fyri reinføri og heilsu
  • rakstrarviðurskifti og tilbúgvingarætlan
Undantaksloyvi

Hyljar frá 2011 og eldri kunnu søkja um undantaksloyvi sambært reglugerðini um góðskukrøv til svimjihyljar hjá Umhvørvisstovuni.

Søkir tú um undantaksloyvi, skalt tú lata okkum eina frágreiðing um, hvussu tey kemisku krøvini verða hildin. Frágreiðingin skal í minsta lagi innihalda:

  • útfylt umsóknarblað um svimjihyljaloyvi við kravdu fylgiskjølunum
  • frágreiðing og grundgeving fyri, hví tú skalt hava undantaksloyvi
  • dagførd logbók í minsta lagi 8 vikur aftur skal leggjast við umsóknini
  • upplýsingar um møgulig óhapp og tilbúgving skulu lýsast

Tá vit meta um møguleikan fyri at fáa undantaksloyvi, taka vit støði í upplýsingunum, tú letur okkum. Vit taka harumframt støðu til, hvørjar treytir mugu setast fyri at heilsan hjá teimum, ið nýta svimjihylin, ikki verður sett í váða.

Lógarverk

Reglugerð um góðskukrøv til svimjihyljar

Reglugerðina um góðskukrøv til svimjihyljar finnur tú á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni:

Reglugerð um góðskukrøv til svimjihyljar (us.fo)

 

Kunngerð um umhvørvisreglur

Í kunngerðini um umhvørvisreglur, kap. 4, finnur tú lógarheimildina og eftirlitsskylduna hjá kommununi.

Kunngerð um umhvørvisreglur (logir.fo)

Vegleiðing frá danska umhvørvismálaráðnum

Afturat góðskukrøvunum hjá Umhvørvisstovuni, skal títt virksemi eisini lúka tey krøv, ið eru ásett í danskari lóggávu og vegleiðingum. Krøvini finnur tú á heimasíðuni hjá danska umhvørvismálaráðnum.

Vegleiðingin er ætlað myndugleikum, sum hava eftirlit við svimjihyljum, ábyrgdarfólki í svimjihyljunum og starvsfólki, sum hava dagliga raksturin um hendi.

Ny vejledning om kontrol med svømmebade (mst.dk)

Byggi- og Umhvørvisdeildin
Byggi- og Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggi- og umhvørvisdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15