Upplatingartíðir hjá handlum, skeinkistøðum og matstovum

Løgtingslógirnar um afturlatingartíðir og um matstovu-og gistingarhúsvirksemi áseta, nær handlar, skeinkistøð og matstovur skulu vera afturlatin. Kommunan hevur tó heimild at víkja frá ásetingunum og leingja upplatingartíðirnar.

Niðanfyri sært tú, hvørjar lógarfestu ásetingarnar eru, hvussu tú søkir loyvi og hvørjar avgerðir um frávik kommunan hevur tikið fyri handilsvinnuna og fyri matstovur og skeinkistøð.



Afturlatingartíðir
Afturlatingartíðir hjá handlunum

Í løgtingslógini um afturlatingartíðir er ásett nær handlar av ymiskum slag og stødd skulu vera læstir. Lógin heimilar tó kommunum eftir umsókn at loyva handlum at víkja frá ásetingunum um afturlatingartíð, tá talan er stevnir og undir størri fremmandavitjanum.

Í 2025 hevur kommunan tikið avgerð um, at handlar kunnu hava opið sunnudagar og halgidagar frá mai til og við september, tá ið størri ferðamannaskip vitja.

Kommunan hevur eisini gjørt av, at tað er loyvt er at hava opið sunnudagin 27. juli 2025 í sambandi við ólavsøku.

Galdandi løgtingslógina sært tú her:

Løgtingslógin um afturlatingartíðir fyri handlar (logir.fo)

Afturlatingartíðir hjá skeinki- og matstovuvinnuni

Løgtingslógin um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi ásetir, at matstovur og skeinkistøð skulu vera afturlatin sunnudag til og við hósdag millum klokkan 24 og 5. Kommuna kann tó leingja upplatingartíðina til klokkan 2 hesar dagar. Eisini hevur kommunan heimild at leingja upplatingartíðirnar, tá talan er um serlig høvi, so sum nýggjársaftan, føstulávint, bygdastevnur og líknandi siðvenjur.

Í 2025 hevur kommunan tikið avgerð um at leingja upplatingartíðina til klokkan 2 í juli og august, og at loyvt er at hava opið til klokkan 4 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Galdandi løgtingslógina sært tú her:

Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (logir.fo)

Soleiðis ber til at søkja loyvi

Ynskir vinnulívið at hava longri opið, skulu viðkomandi feløg senda umbøn til torshavn@torshavn.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í minsta lagi fýra vikur áðrenn frávikið, søkt verður um. Minst til at viðmerkja »Umsókn um longda upplatingartíð« í evnisteigin.

Lógarverk

Løgtingslógin um afturlatingartíð hjá handlum

Løgtingslógin um afturlatingartíðir fyri handlar (logir.fo)

Løgtingslógin um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi

Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (logir.fo)

Stjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan

Vaglið 1
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Stjórnarskrivstovuna

Upplatingartíðir
Mánadag9.30-15.30
Týsdag9.30-15.30
Mikudag9.30-15.30
Hósdag9.30-15.30
Fríggjadag9.30-14.00