Lurta
Til lesiveik

Søk um alment loyvi (dansiloyvi)

Ætlar tú tær at skipa fyri dansi, bingo ella øðrum almennum og afturvendandi tiltøkum innandura, skalt tú útvega tær eitt alment loyvi frá Føroya Landfúta. Almenn loyvi verða eisini rópt fyri dansiloyvi og eru galdandi í fimm ár.

Tá tú ætlar tær at søkja um alment  loyvi, skalt tú byrja við at útvega tær eina bruna- og umhvørvisváttan frá kommununi. Tá kommunan hevur váttað, at trygdarviðurskiftini eru í lagi, kanst tú senda løgregluni tína umsókn um alment loyvi og viðfesta váttanina frá kommununi.

Søk Tórshavnar kommunu um bruna- og umhvørvisváttan

Søk um alment loyvi (politi.fo)



Almenn loyvi skulu endurnýggjast

Minst til, at tú skalt søkja um endurnýggjan av loyvinum tríggjar mánaðar áðrenn, loyvið gongur út. Somuleiðis skalt tú søkja av nýggjum, um viðurskiftini í fyritøkuni ella felagnum broytast, til dømis um tit skifta eigara, stovna nýtt partafelag, flyta ella broyta innrættingina av hølunum.

Niðanfyri finnur tú eitt yvirlit yvir mannagongdina, tá tú søkir um alment loyvi. Gev gætur, at hetta yvirlitið er bara eftirfarandi, um tú letur fútanum kommunalu váttanina og umsóknina um alment loyvi samstundis.

Mannagongd tá tú letur kommunalu váttanina inn saman við loyvisumsóknini
Tú sendir kommununi tína umsókn um bruna- og umhvørvisváttan

Tá kommunan hevur fingið tína umsókn, viðger Byggi- og umhvørvisdeildin øll tey kommunalu viðurskiftini, sum eru viðkomandi fyri títt virksemi. Talan kann til dømis vera um byggiviðurskifti, ferðsluviðurskifti, umhvørvisatlit, spillvatnsviðurskifti, býarskipanarviðurskifti og øll viðkomandi viðurskifti annars, áðrenn vit lata tær eina skrivliga váttan.

Vit kanna eisini, um skjøl mangla. Tá vit hava fingið øll skjølini frá tær, gera vit avtalu við teg um eftirlit.

Kommunan kemur á eftirlitsvitjan

Kommunan ger eftirlit á staðnum og sendir tær síðan eina eftirlitsfrágreiðing við møguligum krøvum um tillagingum, sum mugu gerast, áðrenn vit kunnu lata tær váttanina.

Tillagingar

Tú gert kravdu tillagingarnar og boðar kommununi frá, tá viðurskiftini eru komin í rættlag.

Fútin fær viðmæli frá kommununi og arbeiðseftirlitinum

Tá kommunan og Arbeiðseftirlitið eru liðug at eftirkanna umstøðurnar og viðurskiftini, senda kommunan og arbeiðseftirlitið hvør sær tilmæli til fútan.

Fútin skrivar loyvið út

Fútin skrivar út endaligt loyvi, sum er galdandi í fýra ár.

Hent at vita í samband við almenn loyvi
Skalt tú byggja um, krevst byggiloyvi

Skalt tú byggja um, skalt tú hava byggiloyvi. Kunna teg nærri á síðuni um umbygging og síðuni um vinnuliga bygging.

Eg vil umbyggja verandi hús ella íbúð

Vinnulig bygging

Kunna teg um byggisamtyktina

Kunna teg um, hvat er galdandi á tínum grundstykki á síðuni "Eigari av húsi og grundstykki í kommununi".

Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

Nær er feittbrunnur eitt krav?

Rekur tú virksemi í Tórshavnar kommunu innan framleiðslu, viðgerð og borðreiðing av mati, og er títt virksemi størri enn ein ein vanligur húsarhaldskøkur, skalt tú hava ein góðkendan feittúrskiljara.

Feitt í spillvatni er ein trupulleiki fyri kloakkskipanina, tí rørini tippast, tá feittið storknar í kloakkleiðingini. Feitt í kloakkini elvir eisini til tæring og luktampa, tá tað rotnar í kloakkini. Feitt í spillvatninum skal tí leiðast út í eina feittúrskiljaraskipan, áðrenn tað verður leitt í kloakkskipanina.

Kommunan góðkennir og hevur eftirlit við, at virki hava góðkendar feittúrskiljarar, og at úrskiljararnir verða røktir á rættan hátt.

Krøv til burturkast

Burturkast skal burturbeinast eftir tørvi og í minsta lagi hvørja viku. Nýtir tú bingjur til burturkastið, skulu tær hava lok, sum skal vera afturlatið.

Rottangar

Kunna teg nærri um rottangar og rottangatøming á okkara síðu um kloakk og drekkivatn og í okkara faldara um rottangar og reinsiverk.

Kloakk og drekkivatn

Rottangar og reinsiverk

Bakgrundskunning

Løgregluviðtøkan fyri Tórshavn:

Løgregluviðtøkan fyri Tórshavn (logir.fo)

 

Í kunngerðini um umhvørvisreglur finnur tú reglur um dálking, heilsuvanda og ampar frá millum annað vinnuligum virksemi.

Kunngerðina finnur tú her:

Kunngerðin um umhvørvireglur (logir.fo)