Lurta

Søk um ólavsøkuloyvi

Ynskir tú at skipa fyri einari framsýning, tiltaki ella at selja vørur á kommunalum øki á ólavsøku, mást tú fyrst søkja kommununa um loyvi. Á ólavsøku samskipar Tórshavnar kommuna øll loyvi til tiltøk og sølu á kommunalum øki.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

SØK UM ÓLAVSØKULOYVI Á VANGANUM

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Niðanfyri kanst tú kunna teg um, nær og hvussu tú søkir. Vit hava eisini svarað oftast settu spurningunum um ólavsøkuloyvi, sum tú finnur niðast á hesari síðuni.



Soleiðis søkir tú um ólavsøkuloyvi
Hvussu geri eg?

Tú søkir um ólavsøkuloyvi á Vanganum. Rita inn við samleikanum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

SØK UM ÓLAVSØKULOYVI Á VANGANUM

Hevur tú ikki fingið tær samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Nær og hvussu fái eg svar?

Viðgerðartíðin er upp til fýra vikur. Vit boða tær frá í telduposti, tá vit eru liðug at viðgera tína umsókn.

Stutt um ólavsøkuloyvi
Hvør kann søkja?

Øll kunnu søkja, men av tí at plássið í miðbýnum er avmarkað, og atkoman til streymskáp ikki er líka góð allastaðni, er ikki vist, at vit kunnu vísa tær á júst tað plássið, tú ynskir tær.

Nær kann eg søkja?

Tú kanst søkja ólavsøkuloyvi so skjótt, sum vit í kommununi lýsa eftir umsóknum. Vit lýsa her á heimasíðuni og sosialu miðlunum, tá stundar til ólavsøku.

Nær er freistin?

Umsóknarfreistin fyri 2023 er 5. juni 2023.

Treytir fyri ólavsøkuloyvi

Eitt ólavsøkuloyvi fevnir vanliga um dagarnar ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Loyvið kann vara longri, um ólavsøkudagarnir liggja upp at fríggjadegi ella leygardegi.

Í loyvinum seta vit krøv um, at básar skulu vera nosslig tjøld ella vognar, sum hóska til endamálið. Vit seta eisini krøv til reinhald og upprudding. Skalt tú hava atgongd til kommunalt streymskáp, krevja vit eitt gjald fyri hetta.

Básar, ið matgera og nýta gass, skulu góðkennast av Tórshavnar Sløkkiliði í mun til brunatrygd, áðrenn teir lata upp.

Ofta settir spurningar og svar
Kann eg leiga tjald ella vogn frá kommununi?

Nei, kommunan leigar hvørki tjøld ella vognar út.

Hvussu leingi kann eg hava opið ólavsøkudagarnar?

Tú kanst hava opið til í seinasta lagi kl. 3.45.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú av onkrari orsøk trupult við at nýta Vangan og aðrar talgildar tænastur, kanst tú taka umsóknarblaðið niður niðanfyri, fylla tað út og senda tað til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Umsókn um ólavsøkuloyvi 2023« í evnisteigin á teldupostinum.

Umsókn um ólavsøkuloyvi