Lurta
Til lesiveik

Søk um skeinkiloyvi

Rekur tú virksemi og ætlar at selja rúsdrekka til tíni viðskiftafólk, mást tú útvega tær eitt skeinkiloyvi. Loyvisnevndin samskipar umsóknir um skeinkiloyvi og útskrivar loyvini.

Fyri at Loyvisnevndin kann játta tær skeinkiloyvi, skal títt virksemi lúka ymiskar almennar treytir um heilsufrøðilig viðurskifti, brunatrygd og umhvørvisvernd.



Hvussu søki eg skeinkiloyvi?

Tú útfyllir eitt umsóknarblað, sum tú kanst útvega tær frá Loyvisnevndini. Tú fært eisini neyvari leiðbeining um mannagongdina, tá tú vendir tær til Loyvisnevndina at útvega tær umsóknarblaði.

Kunna teg nærri við at senda Loyvisnevndini ein teldupost á loyvisnevndin@rusan.fo ella við at ringja til Loyvisnevndina á tel. 34 04 00. Loyvisnevndin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15 og fríggjadag kl. 8 – 14.

Heimasíðan hjá Loyvisnevndini (loyvisnevndin.fo)

Skeinkiloyvið skal endurnýggjast, áðrenn tað gongur út

Minst til, at tú skalt søkja um endurnýggjan av loyvinum tríggjar mánaðar áðrenn, loyvið gongur út. Somuleiðis noyðist tú at søkja av nýggjum, um tíni viðurskifti ella virksemi broytast. Hetta kann til dømis vera, um virkið ella felagið skiftir eigara, tit stovna nýtt partafelag, flyta ella byggja um.