Útboð í kommununi

Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um verkætlanir og tænastur, sum Tórshavnar kommuna bjóðar út. Her finnur tú eisini útboð av grundøkjum og kanst lesa um innkeyps- og útboðspolitikkin hjá kommununi.

Innkeyps- og útboðspolitikkurin ásetir, hvussu stovnar í kommununi skulu bera seg at í sambandi við keyp av vørum og tænastum. Yvirskipaða endamálið við politikkinum er, at peningurin hjá skattgjaldaranum verður nýttur so munagott sum gjørligt, og at innkeyp og útboð í Tórshavnar kommunu fer fram eftir meginreglum. Hetta skal tryggja úrslit, gjøgnumskygni og líka viðferð av veitarum.



Útboð í kommununi í løtuni
Endurútbjóðing av barrvirkseminum í Reinsarínum og Perluni

Tórshavnar kommuna, Mentamáladeildin, bjóðar hervið út leigumálið at reka barrina í Reinsarínum og Perluni, Tórsgøta 3 og 5, í Havn. Raksturin av barrini verður hesaferð boðin út í trý ár frá 1. desember 2025 ella skjótast til ber. 

Freistin at bjóða er mánadagin 5. januar 2026 klokkan 12.

Mentanarhølir í miðbýnum er stovnur undir Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Leiðarin hevur ábyrgd av at leggja dagliga virksemið til rættis sambært galdandi reglugerð.

Loyvishavari hevur ikki framíhjárætt, tá virksemið verður bjóðað út aftur.

 

Um Reinsaríið, Perluna og barrina

Reinsaríið er eitt spælistað, sum kann nýtast til konsertir og onnur mentanarlig tiltøk. Í Reinsarínum er eitt konserthøli við balkong. Pláss er fyri tilsamans 150 áhoyrarum. Reinsaríið lat upp 1. oktober 2014, og síðani tá hevur verið ein støðug røð av tiltøkum.

Perlan kann nýtast til ymisk tiltøk so sum fyrilestrar, konsertir, framsýningar, sjónleik, bókaframløgur og annað. Í Perluni er høli í tveimum hæddum. Pláss er fyri 150 standandi og 100 sitandi gestum.

Barrin er í Reinsarínum, umframt at barrdiskur og ávísir hentleikar eru í Perluni. Barrin er einans opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og í vikuskiftunum. Barrin tekur sær av almennari skeinking í sambandi við tiltøk í Reinsarínum og Perluni. Harumframt er ynskiligt, at barrin tekur sær av skeinking í sambandi við viðkomandi tiltøk í Auluni í Finsen. Til hetta skal søkjast hissiniloyvi.

 

Treytir í sambandi við tilboðið

Tað hevur avgerandi týdning, at barrin stuðlar uppundir virksemið í Reinsarínum og Perluni, til gagns fyri báðar partar. Barrin skal hava sín egna samleika, sum verður týðiliga lýstur við skelting, búnum ella øðrum, soleiðis at kundin veit, hvør veitarin er.

 

Upplatingartíðir

Barrin skal vera opin í sambandi við tiltøk í Reinsarínum og Perluni og, tá ið til ber, í Auluni í Finsen. Barrin skal lata upp í seinasta lagi ein tíma, áðrenn tiltakið byrjar.

Loyvishavarin skal samstarva við leiðaran í mentanarhølunum um virksemi og um upplatingartíðir.

 

Starvsfólk

Loyvishavarin hevur síni starvsfólk, sum hann hevur ábyrgdina av, og hann skal syrgja fyri, at tey fáa neyðuga upplæring, áðrenn tey koma til arbeiðis. Loyvishavarin skal veita nøktandi tal av starvsfólki í samráð við leiðaran í mentanarhølunum.

 

Leigugjald (Loyvisgjald)

Loyvishavarin rindar 3000 krónur um árið í loyvisgjaldi.

 

El, hiti, reingerð o.t.

El, hiti og reingerð eru roknað við í loyvisgjaldinum. Mentanarhølir í miðbýnum tekur sær av reingerðini í hølunum sum heild og av at vaska gólvini, men loyvishavarin skal vaska barrina og køkin eftir hvørt tiltak og taka sær av uppvaski.

 

Tíðaravmarking

Raksturin av barrini verður boðin út í trý ár. Loyvishavarin hevur ikki framíhjárætt, tá virksemið verður boðið út av nýggjum.

 

Avhending og framleiga v. m.

Loyvishavarin kann ikki avhenda ella lata loyvið, herundir raksturin, upp í hendurnar á øðrum (framleiga).

 

Loyvir

Loyvishavari útvegar sær neyðug loyvir, herundir skeinkiloyvi v.m. Hetta er ein treyt fyri leigumálið.

 

Tilboð

Innihald í tilboðnum:

Tilboðsgevarin sendir inn eitt tilboð við í minsta lagi hesum upplýsingum:

  • Tilboðsgevarin greiðir frá og veitir prógv fyri sínum royndum við / førleikum til at reka barr, kafé ella øðrum viðkomandi royndum
  • Fíggjarætlan fyri rakstur av kaféini verður løgd við, har tilboðsgevarin váttar, at hann/hon hevur eitt veruligt fíggjarligt grundarlag undir rakstrinum av kaféini og hóskandi fíggjarstøðu til raksturin
  • Tilboðsgevarin skal vísa á sannlíkindini fyri, at hann/hon hevur fortreytir fyri at fáa neyðugu loyvini, so sum handilsloyvi, skeinkiloyvi v.m.
  • Harumframt greiðir tilboðsgevarin frá ætlanum og hugsanum um barrvirksemið, soleiðis at barrin stuðlar uppundir virksemið í Reinsarínum og Perluni í góðum samskifti við leiðaran.
  • Eisini skal koma fram, hvørjar hugsanir tilboðsgevarin hevur um prísleguna í barrini.  
    Innsending av tilboði: 

Tilboðsgevarin sendir inn tilboð við øllum kravdum upplýsingum. Tilboð kunnu sendast við telduposti til 
torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Mentamáladeildin - Barrvirksemi í Reinsarínum« í evnisteigin í teldupostinum.

5. Tilgongd

Kunning og spurningar

Møguligir tilboðsgevarar, sum hava spurningar ella ynskja at síggja hølini og umstøðurnar annars, kunnu venda sær til Boga Andreasen, leiðara, á tel 28 66 71 ella bogi@torshavn.fo.

 

Umsóknarfreist

Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. januar 2026 klokkan 12. 

 

Viðgerð av innkomnum tilboðum

Øll tilboðini verða gjøgnumgingin, og kannað verður, um allar kravdar upplýsingar eru við. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til, men hevur ikki skyldu til, at vísa tilboðum frá sær, sum ikki hava kravdu upplýsingarnar. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til at vraka øll innkomin tilboð. 
Tilboðsgevarar, sum verða mettir at samsvara best við treytirnar, verða bodnir hvør sær á fund við Tórshavnar kommunu at gjøgnumganga og viðgera tilboðið. Um mett verður neyðugt, kann Tórshavnar kommuna biðja um meira tilfar og fleiri upplýsingar.

 

Avgerð

Eftir fundirnar við tilboðsgevararnar tekur Tórshavnar kommuna avgerð um, hvønn tilboðsgevara sáttmáli verður gjørdur við.

Avgerðin verður tikin við støði í eini meting av, hvørji tilboð í mestan mun lúka treytirnar nevndar í pkt. 4. “Tilboð”, so sum royndir, fíggjarlig viðurskifti, tænastustig og møguleika at fáa neyðug loyvi til virksemið.

 

Avlýsing av tilboðstilgongdini

Tórshavnar kommuna tilskilar sær til eina og hvørja tíð rætt til at avlýsa tilboðstilgongdina heilt ella lutvíst.

 

Fyrivarni um ábyrgd

Dentur verður lagdur á, at Tórshavnar kommuna við at gera sáttmála við tilboðsgevara ikki hevur tikið støðu til handilsloyvi, eins og avgerðir um at játta skeinkiloyvi og møgulig onnur loyvi verða játtað av loyvismyndugleikunum eftir umsókn frá tilboðsgevara. Tórshavnar kommuna átekur sær sum útbjóðari ikki ábyrgdina av, at ávísur tilboðsgevari, sum sáttmáli er gjørdur við, fær neyðug loyvi til rakstur av barrini.

Leinki til útboð á Útboðsportalinum
Eldri útboð
Ruskinnsavningin í Tórshavnar kommunu boðin út

Sáttmálin um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu gongur út 30. september 2026, og tí verður arbeiðið nú bjóðað út av nýggjum. Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. august 2025 klokkan 13.

Ruskinnsavningin fevnir í høvuðsheitum um hesi øki:

Húsarhaldsburturkast

  • Innsavning av húsarhaldsburturkasti í plastruskposum frá øllum húskjum í kommununi, og í hesum sambandi eisini bingjum frá privatum húskjum
  • Útbering av húsarhaldsposum í rullum 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi
  • Innsavning av húsarhaldsburturkasti í vinnu/eykaposum frá húskjum, vinnu og stovnum
  • Innsavning av húsarhaldslíknandi burturkasti í bingjum frá virkjum, stovnum og bingjuplássum


Vandamikið burturkast

  • Innsavning av posum við serliga dálkandi / vandamiklum burturkasti frá húskjum í allari kommununi
  • Útbering av posa til vandamikið burturkast 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi


Papp, pappír og bleytt plast

  • Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti frá húsarhaldum í allari kommununi (í felagsøkjum fer innsavningin fram í bingjum, meðan innsavningin frá húsarhaldum í øðrum økjum fer fram antin í posum ella í plastspannum)
  • Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti í plastíløtum frá stovnum og virkjum


Lívrunnið burturkast

  • Innsavning av lívrunnum burturkasti frá virkjum og handilsfyritøkum at lata til Førka í plastíløtum 

 

Sáttmálatíðarskeiðið byrjar 1. oktober 2026 og kann vara heilt upp í 12 ár, um el-bilar verða nýttir. Annars er sáttmálatíðarskeiðið 8 ár.

Tórshavnar kommuna kann leingja sáttmálan eitt ár í senn upp til tríggjar ferðir við óbroyttum treytum.

Útbjóðingartilfar verður útflýggjað í telduposti og kann bíleggjast frá Tórshavnar kommunu við at senda teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Allir fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini skulu stílast við telduposti til johnerik@torshavn.fo, telefon 59 09 79 ella við telduposti til marius@torshavn.fo, telefon 21 53 09. Fyrispurningar kunnu ikki setast eftir 21. juli 2025.

Boðini skulu latast inn í afturlatnum brævbjálva til:

Tórshavnar kommuna
Vaglið 1
Postboks 32
FO-110 Tórshavn
Att. Kommunala Brennistøðin

Boðini skulu merkjast: »Tórshavnar kommuna: Útbjóðing av ruskinnsavning«.

Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. august 2025 klokkan 13 á Ráðhúsinum, Vaglið 1, FO-100 Tórshavn. Eftir hetta verða tilboðini latin upp, og tey, sum hava latið boð inn, kunnu vera til staðar, tá ið tilboðini verða latin upp.

Útbjóðing av lendi til innandura spæliland

Almenningurin í Tórshavnar kommunu hevur í nógv ár umbiðið eitt innandura spæliland. Kommunan ynskir við hesum at kanna, um privata vinnan hevur áhuga í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar.

Freistin at lata uppskot inn er 28. august 2023 kl. 12.


Innandura spæliland og býarmenning í barnahædd

Býarmenning í barnahædd finna vit fyri ein part í teimum uttandura spæliplássunum í kommununi. Okkum tørvar tó fleiri øðrvísi átøk í kommununi, millum annað tí okkara veðurlag merkir, at barnafamiljur og stovnar ikki verða beinleiðis eggjað til uttandura virksemi ein stóran part av árinum.

Sostatt hevur almenningurin í nógv ár spurt eftir innandura spælilandi. Tílík spælilond eru at finna í flestu av okkara grannalondum. Spælilondini hóska nevniliga væl til norðurlendsku býirnar, sum í flestu førum kunnu flokkast sum vetrarbýir, ið hava langar og myrkar vetrar og lutfalsliga styttri summur við nógvum regni og vindi. Eitt innandura spæliland kundi verið við til at samsýna hesar dagar.

Tað er í hesum sambandi, Tórshavnar kommuna ynskir at kanna, um privata vinnan er áhugað í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar.


Staðsetingin við Stórutjørn

Ætlanin er at staðseta spælilandið við Stórutjørn í Hoyvík. Kommunan hevur arbeitt við einari heildarætlan fyri heilt nýggjan býarpart við Stórutjørn. Ein partur av økinum er lagt av til ítrótt. Endaliga skipanin av ítróttaøkinum er ikki liðug enn, men fyrsta verkætlanin í økinum verður nógv umrødda Stórhøllin. Fyri at gagnnýta lendið í økinum sum best, er ætlanin, at spæliland skal staðsetast oman á parkeringsplássini við Stórhøllina.

Undirlendið til spælilandið verður leigulendi, og tað verður funnið fram til ein leigukostnað, tá besta uppskotið um spæliland er funnið.

Um útboðið

Útboðið er soleiðis háttað, at uppskot til innandura spælilandi, ið verður latið kommununi, skal innihalda:

  • Frágreiðing um ætlanina
  • Tilvísingar ella tekningar, sum vísa dám og snið á spælilandinum
  • Kostnaðarstøðið á atgongumerkjum
  • Tíðarætlan á verkætlanini
  • Annað

Uppskotini skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. august 2023 klokkan 12.

Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. juni 2023 og verða somuleiðis svaraðir umvegis portalin í seinasta lagi 30. juni 2023. Fyri at lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur sum brúkari. Øll kunning og samskifti verður frameftir á útboðsportalinum.

Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her:

Innandura spæliland - útbjóðingartilfar

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar til bygging av vinnuhølum og íbúðum – øki 4

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli 256 omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av íbúðum og høli til vinnuvirksemi.

Freistin at lata inn tilboð uppá lendið er 25. september 2023 klokkan 12.

Tórshavnar kommuna hevur ment eina heildarætlan fyri part av matrikkul 256 oman fyri Argjahamar og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum. Nú verður farið undir at bjóða næsta økið út. Lendið, ið verður boðið út, er øki 4, ið er á leið 6.708 m2 til støddar.

Lendið omanfyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.

Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar. Útbodna økið er partur av hesum matrikkli. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.

Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. Samlaða økið verður skipað í 7 bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.

Yvirskipað fyri byggingina í øki 4 er at fáa eina bygging við í mesta lagi fýra hæddum, har vinnuligt virksemi skal gerast í niðaru hæddunum og íbúðum í erva.

Samlaða útboðstilfarið sært tú her:

Útboð av grundøki omanfyri Argjahamar - útboðstilfar

Mannagongd

Tilgongdin er soleiðis háttað, at tilboðsgevarar lata kommununi:

  • Váttan frá peningastovni um tøka fígging til keyp av lendi
  • Neyva frágreiðing um verkætlanina
  • Frágreiðing um toymið, sum bjóðar

Tilboðini skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. september 2023 klokkan 12.

Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Útboð av grundøkjum omanfyri Argjahamar til bygging av íbúðum og raðhúsum - øki 5.1, 5.2 og 6.1

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum trý øki omanfyri Argjahamar til sølu til bygging av ávikavist íbúðum og raðhúsum.

Freistin at lata inn tilboð uppá lendini er 25. oktober 2023 klokkan 12.

Tórshavnar kommuna hevur ment eina heildarætlan fyri part av matrikkul 256 oman fyri Argjahamar, og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum, í summar bleiv næsta økið boðið út til bygging av íbúðarhúsum við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum og nú verður fari undir at bjóða trý øki út afturat. Talan er um øki 6.1 til íbúðarbygging og økini 5.1 og 5.2 til raðhúsabygging.

Lendið omanfyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur saman við økinum við Stórutjørn. Heildarætlanin fyri Stórutjørn er í gerð, og tíðin er nú eisini búgvin til at taka økið á Argjahamri í nýtslu til býarmenning.

Heildarætlanin fyri Argjahamar fevnir um matrikkul 256, ið er 132.000 m2 til støddar. Útbodna økið er partur av hesum matrikkli. Lendið liggur omanfyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan málbólk í samfelagnum við ymiskum bústaðarsløgum, bústaðarstøddum og eigaraviðurskiftum. Heildarætlanin leggur harafturat upp til útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið.

Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar. Samlaða økið verður skipað í 7 bústaðarøki. Mett verður, at tá øll økini í heildarætlanini eru bygd, verður pláss fyri umleið 500 fólkum, ið svarar til eina hækking á 20% av verandi fólkatalinum á Argjum.

Útboðstilfarið fyri hvørt øki sært tú her:

Mannagongd

Tilgongdin er soleiðis háttað, at tilboðsgevarar lata kommununi:

  • váttan frá peningastovni um tøka fígging til keyp av lendi
  • tekningar og frágreiðingar av verkætlanini, sum lýsa byggilistarlig greb, skipan av fríøki, búeindum, og parkering og aðaltættir fyri byggingina sum heild
  • frágreiðing um toymið. Í tilboðnum skal vera lýst, hvussu tilboðsgevari er førur fyri at fullføra verkætlanina, og hvørjir luttakararnir eru, t.e. tekniskir ráðgevarar, arbeiðstakarar, fíggjarstovnur v.m. Eisini skal vera greitt frá neyðugum fakligum førleikum við manning, útgerð og møguligum tilvísingum til aðrar verkætlanir

Tilboðini skulu latast inn á kommunala útboðsportalinum í seinasta lagi 25. oktober 2023 klokkan 12.

Fyri at kunnu lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur brúkari. Tað er ókeypis at skráseta seg sum brúkara. Frameftir gongur øll kunning og samskifti fyri seg á útboðsportalinum.

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Leinki til útboð á Útboðsportalinum

Útboðsportalin finnur tú her:

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Um útboðsportalin
Hvat er Útboðsportalurin?

Útboðsportalurin er ein talgild skipan, sum ger tað lætt hjá veitarum at lata kommununi tilboð og fylgja við í útboðum og tilboðsfyrispurningum frá kommununi. Øll útboð og allir tilboðsfyrispurningar viðvíkjandi rakstrinum í Tórshavnar kommunu fara umvegis Útboðsportalin.

Tú finnur Útboðsportalin her:

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Hvør kann nýta Útboðsportalin?

Allar fyritøkur við føroyskum v-tali kunnu skráseta seg á Útboðsportalinum. Á portalinum finnur tú vegleiðingar til, hvussu tú stovnar títt virki, og hvussu tú stovnar brúkarar.