Søk um vinnustykki
Vit luta út vinnustykki til tey, sum hava søkt um vinnustykki, og sum standa á bíðilistanum.
Tá ið vinnustykkir eru tøk í fríari sølu, sært tú tað eisini niðanfyri á hesari síðuni. Vit lýsa við tøkum stykkjum á heimasíðuni og í tíðindabrøvunum frá kommununi.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum vinnustykkir á Ovara Hjalla til sølu.
Stykkini liggja í B4-øki í 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini og eru millum annað ætlað til vinnuvirkir, verksmiðjur og tænastuvirksemi, ið hevur hevur samband við hesi. Virksemið skal kunna flokkast í umhvørvisflokki 2 til 4 sambært reglum hjá Tórshavnar kommunu. Trýst á leinkið til byggisamtyktina niðanfyri, so sært tú nærri ásetingar.
Vilt tú keypa tær eitt vinnustykki, trýstir tú á grøna knøttin, fyllir kravdu teigarnar út og viðfestir váttan um fígging, ið svarar til kostnaðin á stykkinum. Í sølulistanum niðanfyri sært tú, hvørji stykki eru tøk ella umbiðin.
Bílegg vinnustykki á Ovara Hjalla
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vinnustykkini liggja. Støddin á stykkjunum er úr 2.008 fermetrum upp í 4.852 fermetrar. Vinnustykkini verða seld grovplaneraði við øllum tekniskum leiðingum og asfalteraðum vegi og gongubreytum. Hæddarmunur er inni á stykkjunum.
Við keypi krevur kommunan helmingin av metta kostnaðinum. Restpeningurin verður kravdur til gjaldingar, tá ið stykkini eru matrikkuleraði og klár at taka í nýtslu. Tá verður endaligt skeyti avgreitt til tinglýsingar, sum keyparin rindar fyri.
Ein av treytunum í skeytinum er, at byggingin skal vera byrjað innan tvey ár frá tí, at endaliga skeytið er undirskrivað og tinglýst og klárt er at byggja á stykkinum. Byggingin skal vera liðug og byggiváttan útskrivað í seinasta lagi fýra ár eftir hetta. Eigarin kann ikki uttan góðkenning frá Tórshavnar kommunu selja stykkið víðari, fyrr enn byggingin er fullfíggjað.
Almennu byggisamtyktina sært tú her:
Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu
Prinsippskitsu og- skurð sært tú her:
Prinsippskitsa og -skurður Ovara Hjalla
Umhvørvisflokkingina av virkjum sært tú her:
Umhvørvisflokking av virkjum í Tórshavnar kommunu

Sølulisti
Her sært tú, hvørji vinnustykkir eru tøk, og hvørki eru umbiðin.
Nummar | Vídd m2 | Mettur prísur | Støða |
| Nr. 02 | 2.553 | 3.829.500 | Umbiðið |
| Nr. 05 | 3.510 | 5.265.000 | Umbiðið |
| Nr. 13 | 2.748 | 4.122.000 | Umbiðið |
Gev gætur, at vinnustykkir á listanum kunnu vera umbiðin kortsíðan og sostatt ikki tikin av sølulistanum enn. Søkja fleiri um at keypa sama stykki, goyma vit allar umsóknirnar, soleiðis at vit kunnu bjóða næsta umsøkjara stykkið, sleppur fyrsti keyparin sínari ætlan. Eisini kemur fyri, at seld stykkir verða latin inn aftur.
Vit luta út 22 smærri vinnustykkir á Ovara Hjalla í næstum. Stykkini eru úr 300 upp í 600 fermetrar til støddar. Stykkini verða lutað út eftir bíðilista. Ert tú áhugað at keypa eitt av hesum vinnustykkjum, mást tú fyrst skriva teg upp á bíðilistan. Les niðanfyri, hvussu tú gert.
Fyri at koma á bíðilista til vinnugrundstykki, skalt tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og viðfesta tað í teldubrævi til Snarskivuna á torshavn@torshavn.fo. Tín umsókn verður flokkað eftir tí virksemi, sum er lýst at vera á vinnuøkinum.
Umsóknirnar verða raðfestar eftir umsóknardegi, sum er tann dagurin, umsóknin er Snarskivuni í hendi.
Ja. Tú skalt tó lata umsókn inn fyri hvørt vinnustykki sær.
Fært tú tillutað vinnustykki, sendir kommunan tær eitt nýtt spurnarblað, sum tú skalt svara og senda kommununi aftur. Spurnarskjalið skal geva eina neyva lýsing av teknisku viðurskiftunum, sum fara at vera á vinnuøkinum.
Ynskir tú at hava virksemi á vinnustykkinum, áðrenn tú byggir á stykkinum, skalt tú fyrst søkja kommununa um loyvi.
Ætlar tú at broyta virksemið á vinnustykkinum, skalt tú eisini fyrst søkja kommununa um loyvi.
Bingjur, ið standa longur enn seks mánaðir á vinnustykkjum, skulu hava byggiloyvi.
Ætlar tú tær at leiga eitt óbygt vinnustykki út til onnur, skal virksemið, sum leigarin fer at hava á vinnustykkinum, góðkennast av Tórshavnar kommunu.
Tað er ikki loyvt at víðariselja óbygd vinnustykki.
Treytirnar, ið eru tinglisnar og settar í skeytið, eru galdandi fyri nýggja eigaran av stykkinum.
Leggur tú tilfar á vinnustykkið, so uttanumøkið má metast sum fyribilsgoymsla, skal økið til fyribilsgoymslu merkjast og skýlast. Talan má ikki vera um goymslu, sum kemur undir kapittul 5 í umhvørvisverndarlógini, uttan at neyðug góðkenning er fingin til vega.
Vinnustykki skulu vera so rein og ruddilig sum gjørligt. Tað merkir millum annað, at vit ikki loyva, at vinnustykki verða nýtt uttan fyrilit. Lógin um umhvørvisvernd og kunngerðin um umhvørvisreglur og burturkast hava ásetingar hesum viðvíkjandi, sum tað er tín ábyrgd sum eigari at seta teg inn í og fylgja.