Nýggj ferðaætlan kom í gildi í mánadagin 4. juli
Kunna teg nærri um broyttu og tillagaðu ferðaætlanina her:
Í sambandi við at dagføringar verða gjørdar í BARN-skipanini, er skipanin ikki tøk. Væntandi er skipanin tøk aftur í morgin. Kunnað verður nærri um tað.
Skrúvað verður fyri vatninum í Niðaru gøtu hósdagin 7. juli frá kl 10 til 12.
Skrúvað verður fyri vatninum á Velbastað hósdagin 7. juli frá kl. 10 til 12.
Nóllywood 2022 verður í døgunum 5.-11. august í Føroya Fólkaháskúla.
Ert tú millum 14 og 18 ár og hevur tú hug til at læra at gera film? So kanst tú melda teg til Nóllywood.
Í næstu viku verður rennibreytin djúp-reinsað við serligum maskinum til endamálið. Av hesi orsøk verður rennibreytin stongd frá 11. juli til 14. juli ella til arbeiðið er liðugt.
Í sambandi við at Team Rynkeby vitjar Perlutúnið í Tórsgøtu, verður ein partur av vegnum frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn stongdur fyri allari ferðslu hósdagin 7. juli frá kl. 18 til 20.
Niðara gongubreytin á Vestara Ringvegi er stongd frá Dalavegnum til Varðagøtu í sambandi við arbeiði. Gongubreytin er stongd, til arbeiðið er liðugt.
Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!
Ми готові Вам допомогти.
Інформація для громадян України (integration.fo)
інформація про денний догляд на Фарерських островах (youtube.com)
Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.
Vit heita tí á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.
Hósdagin 7. juli frá kl. 9 til kl. 22 verður arbeitt við farnetinum á Norðasta
Horni og í Havnardali. Hesa løtuna verður einki innandura og lítið til einki
uttandura fartelefonsamband í hesum øki og har um leiðir.
Í sambandi við at Team Rynkeby vitjar Perlutúnið í Tórsgøtu, verður ein partur av vegnum frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn stongdur fyri allari ferðslu hósdagin 7. juli frá kl. 18 til 20.
Í sambandi við at dagføringar verða gjørdar í BARN-skipanini, er skipanin ikki tøk. Væntandi er skipanin tøk aftur í morgin. Kunnað verður nærri um tað.
Frá februar í fjør til mai í ár eru meira enn 80 ársverk fleiri inni í dagstovnaskipaninaí, svarandi til ein vøkstur uppá heili 16%.
30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.
Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnaøki. Heildarætlanin er ein yvirskipað og langskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk stigvíst kunnu setast í verk fyri at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 410a, 411d, 413a og 413b, Tórshavn.