Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla, Hoyvík

Ovara Hjalla, Hoyvík

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at gera serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 139a, Hoyvík.

Uppskotið snýr seg um eina nýggja vinnuútstykking á Ovara Hjalla við umleið 29 vinnustykkjum í ymiskum støddum. Økið verður lagt til vinnubygging, handilsvirksemi, verkstaðir og tílíkt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 24. apríl 2024 til 7. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. juni 2024.