Lurta
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt omanfyri Argjahamar, Kirkjubøur

Omanfyri Argjahamar2

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt omanfyri Argjahamar, matr. nr. 256, Kirkjubøur.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðabygging, miðstaðabygging og almennan stovn.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina omanfyri Argjahamar liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 24. apríl 2024 til 7. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. juni 2024.