Lurta
Tíðindi - 06. mai 2024

Hósdagin verður hátíðarhald fyri viðarlundum í Tórshavnar kommunu

Hósdagin, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag.

120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantasjuni.

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum.

50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipar Tórshavnar kommunu fyri hátíðarhaldið 9.mai - Kristi himmalsferðardag.

Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsið.

Skrá:

Kl. 14:00             Hátíðarhald í viðarlundini í Grið

                           Harmonikufelagið spælir tónleik

                           Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

                           Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu

       Felagssangur

                           Bjóðað verður kaffi, te og sunkist