Lurta
Tíðindi - 07. mai 2024

Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna

Olavsoka-2021_4_web_AH

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024.

Vilt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, mást tú fyrst søkja um loyvi á Vanganum. Á síðu okkara um ólavsøkuloyvi sært tú, hvussu tú søkir, og hvørjar treytirnar eru. Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er mánadagin 3. juni 2024.

Søk um ólavsøkuloyvi


Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 30. juni 2024

Vilt tú hava tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú senda okkum tilfarið áðrenn 30. juni 2024. Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.

Les meira á síðu okkara, sum tú finnur her:

Eg vil hava tiltak við í ólavsøkuskránna