Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 07. mai 2024
Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna

Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið vera við í ólavsøkuskránni, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024.

Tíðindi - 06. mai 2024
Til minnis um Njál

Vegir, brýr og bygningar skapa ikki í sjálvum sær býin, um ikki sosial umsorgan og kærleiki til sjálvt menniskjað leggur gróðrarbotn fyri trivnaðinum. 

Tíðindi - 06. mai 2024
Jansstovugøta stongd 6.-8. mai í sambandi við arbeiði

Jansstovugøta er stongd frá Tinghúsvegnum til R.C. Effersøes gøtu frá mánadegnum 6. mai klokkan 15 til mikudagin 8. mai klokkan 8 í sambandi við arbeiði.

Tíðindi - 06. mai 2024
Hósdagin verður hátíðarhald fyri viðarlundum í Tórshavnar kommunu

Hósdagin, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag.

Tíðindi - 02. mai 2024
Forboringar til Røktarheimið á Stórubrekku

Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024.

Talan er um forkanningar og forboringar, sum verða gjørdar á økinum í sambandi við verkætlanina Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS. 

Tíðindi - 01. mai 2024
Sverrisgøta stongd 6.-17. mai í sambandi við umvæling av løgtingsbygninginum

Mánadagin 6. mai byrjar seinasta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Sverrisgøta verður i hesum sambandi stongd frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 17. mai.

Tíðindi - 01. mai 2024
Tórshavnar kommuna givið Landssjúkrahúsinum gávu í samband við 100 ára dagin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði í dag Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, gávu í samband við, at Landssjúkrahúsið er 100 ár í ár.

Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu.

Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu 23.februar 1924.

Tíðindi - 01. mai 2024
Vegir stongdir í miðbýnum 3.-4. mai í sambandi við tiltøk

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum 3. og 4. mai í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ«.

Tíðindi - 01. mai 2024
Vegbreyt á R.C. Effersøes gøtu stongd 2.-3. mai

Eystara vegbreyt í R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 22 til fríggjamorgunin 3. mai klokkan 6. Vegbreytin verður stongd í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyra leið 1, 2, 3 og 5 eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.

Tíðindi - 01. mai 2024
Arktisk Kommando kunnað um virksemið

Søren Andersen, generalmajor og stjóri fyri Arktisk Kommando, var í gjár á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Ørindini vóru at heilsa uppá borgarstjóran og at kunna um virksemið hjá Arktisk Kommando í Føroyum, í Grønlandi og saman við NATO í Norðuratlantshavi.