Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 23. apríl 2024
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu stongd í kvøld

Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá týskvøldinum 23. apríl klokkan 23 til mikumorgunin 24. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering av vegnum.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling

Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Býráðsfundur í morgin klokkan 17

Regluligur býráðsfundur hjá Tórshavnar býráði er í morgin klokkan 17.

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Býráðsfundurin verður stroymdur.

Tíðindi - 22. apríl 2024
R.C. Effersøes gøta stongd í kvøld kl. 23-06

R.C. Effersøes gøta verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mánakvøldinum 22. apríl klokkan 23 til týsmorgunin 23. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing av vegnum.

Tíðindi - 22. apríl 2024
Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Tíðindi - 19. apríl 2024
Hámarksferðin á Velbastaðvegnum broytt til 60 km/t

Tórshavnar kommuna hevur samtykt at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Tíðindi - 19. apríl 2024
Tinghúsvegurin stongdur 22. apríl til 4. mai í sambandi við umvæling

Tinghúsvegurin verður stongdur frá Vaglinum niðan til Bøkjarabrekku frá mánadegnum 22. apríl til leygardagin 4. mai. Vegurin verður stongdur gerandisdagar klokkan 8-17 í sambandi við útskifting av glasplátum á løgtingsbygninginum.

Tíðindi - 19. apríl 2024
Vegir stongdir í miðbýnum 20. apríl í sambandi við MC-gudstænastu

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum leygardagin 20. apríl frá klokkan 14.30 til 16.30 í sambandi við MC-gudstænastu í Vágsbotni.

Tíðindi - 18. apríl 2024
Hugnaløta fyri sjálvbodnum

Í gjárkvøldið skipaði Tórshavnar kommuna fyri hugnaløtu fyri sjálvbodnum í Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 17. apríl 2024
Sløkk tostan og tendra tilvitið: Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn

Leygardagin 4. mai byrjar umhvørvisvikan, sum í ár snýr seg um vatn. Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldrum. Boðið verður til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan, filmssýning, fyrilestrar og mangt annað.