Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Seinnapartin varð Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum. Tunnilin er góðar 1800 metrar til longdar og 10,5 metrar breiður.
Fyrrapartin byrjaðu eldraleikirnir í Tórshavnar kommunu. Talan er um ein serligan eldradag, har heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.
Vegamótið Løgmannabreyt og Atlagøta er stongt mikukvøldið 17. apríl klokkan 18 til hósmorgunin 18. apríl klokkan 6 í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyrir leið 1 ikki eftir Løgmannabreyt, men eftir Karlamagnusarbreyt heilt niðan til Rólantsgøtu og víðari eftir ferðaætlanini.
Í morgin, mikudagin tann 17. apríl 2024 kl. 15 verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum.
9.mai verður ársdagur fyri viðarlundir í Tórshavnar kommunu. Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava ársdag í ár. 90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.
Hósdagin 11. apríl vóru umboð fyri Tórshavnar kommunu til árliga tiltakið Vinnan vitjar á Glasi, har stovnar og fyritøkur hittu miðnámsnæmingar og greiddu teimum frá sínum virksemi. Nógv lesandi vitjaðu básin hjá Tórshavnar kommunu, har tey fingu innlit í arbeiðsmøguleikarnar og kundu melda seg til starvsávísaran hjá kommununi.
Niels Finsens gøta verður stongd frá Sverrisgøtu oman til kioskina hjá Astu mikumorgunin 17. apríl klokkan 8-12 í sambandi við, at pavillongin skal flytast.
Tórshavnar kommuna helt í gjár sera áhugaverda ráðstevnu, sum er ein byrjan til eitt meira miðvíst arbeiði at minka um sjúkrafráveru millum starvsfólk í Tórshavnar kommunu.