Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 12. apríl 2024
Ráðstevna um sjúkrafráveru

Tórshavnar kommuna helt í gjár sera áhugaverda ráðstevnu, sum er ein byrjan til eitt meira miðvíst arbeiði at minka um sjúkrafráveru millum starvsfólk í Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 12. apríl 2024
Niels Finsens gøta stongd 14. apríl kl. 15-17.30

Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið sunnudagin 14. apríl frá klokkan 15 til 17.30 í sambandi við tiltakið »Standa fyri lívi«. 

Tíðindi - 12. apríl 2024
Hýruvognsloyvi til AUTO leyst at søkja

Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja í Tórshavnar kommunu. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2024 kl. 12.

Tíðindi - 12. apríl 2024
Móttøka fyri Norðurlandameistaranum

Í gjárkvøldið var móttøka fyri Aron Jacobsen, fimleikara, sum herfyri vann Norðurlandameistaraheitið í beinsveiggi.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur og Føroyar vinna gull. Hetta verður mett at vera tað besta føroyska úrslit nakrantíð í amboðsfimleiki.

Tíðindi - 11. apríl 2024
Tórshavnar kommuna gjørt avtalu við KFUK um keyp av lendi

Tórshavnar kommuna og KFUK skrivaðu í gjár undir avtalu um keyp og sølu av lendi í samband við byggingina av hádeildini hjá Sankta Frans Skúla.

Kommunan keypir 372 fermetrar av lendi frá KFUK fyri at fáa vegatgongd til økið, har parkeringspláss skal gerast.

Fyri at fáa samanhangandi matrikklar keypir KFUK 92 fermetrar av lendi frá kommununi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Nicolina Højgaard, leiðari í KFUK, skrivaðu undir avtaluna.

Tíðindi - 11. apríl 2024
Móttøka fyri FM vinnarum í talvi

Seinnapartin í gjár var móttøka fyri telvarum úr Havnar Telvingarfelag, ið vunnu FM í einstaklingakappingini.

Luitjen Akselson Apol vann FM í meistarabólkinum. Elias Petersen vann almennabólkin. Lisa J. Xin vann unglingabólkin, sum tann yngsta nakrantíð.

 

Tíðindi - 10. apríl 2024
25 ára starvsdagur á Dagstovninum við Velbastaðvegin

Fyrrapartin var hátíðarhald í samband við, at Súsanna í Gong hevur arbeitt á Dagstovninum við Velbastaðvegin í 25 ár.

Tíðindi - 09. apríl 2024
Døgurði fyri Norðurlandaráðnum

Tórshavnar kommuna og Løgtingið vóru í gjárkvøldið vertir fyri almennum døgurða í Silo fyri Norðurlandaráðnum.

Evnisfundurin hjá Norðurlandaráðnum í ár er í Føroyum. Løgtingið er vertur. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílíkur fundur er í Føroyum. Evnið fyri fundin eru trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlandshavi. Umleið 250 fólk úr øllum norðurlondum taka lut.

Tíðindi - 05. apríl 2024
Havnar Træsmiðja 40 ár

Móttøka var á Havnar Træsmiðju seinnapartin nú 40 ár eru liðin, síðani Havnar Træsmiðja varð sett á stovn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu. Í røðuni vísti borgarstjórin á, at Havnar Træsmiðja byggir nýtt, men eisini heldur fast um og varðveitir eitt gamalt handverk.

Tíðindi - 05. apríl 2024
Dagfør samleikaappina áðrenn 10. apríl 2024

Samleikaappin er dagførd. Í hesum sambandi skulu allir brúkarar tryggja sær, at teir hava nýggjastu útgávu av appini. Mikudagin 10. apríl 2024 skalt tú hava dagført appina fyri at kunna halda fram at brúka Samleikan.