Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Freistin at søkja stuðul til størri, listaligar verkætlanir er 8. apríl 2024. 1.000.000 krónur eru tøkar at søkja í ár.
Eldraleikir verða í Høllini á Hálsi 17. apríl 2024 frá kl. 10-13. Kom við til ein stuttligan og øðrvísi dag, har vit kappast í liðum í ymiskum avbjóðingum. Ábit verður á middegi, og okkurt verður til vinnandi liðið. Tilmeldingarfreistin er 10. apríl 2024.
Yvirlandbúnaðarstevnan, ið var ásett til tann 4. apríl 2024, er avlýst. Partarnir hava hevað málið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stóra tiltakið í Finsen seinnapartin í dag.
Nógv fólk vóru møtt í Finsen, har Suðurstreymoyar Kirkjubók seinnapartin varð løgd fram. Hetta er níggjunda og seinasta bókin í verkætlanini at geva út allar tær varðveittu kirkjubøkurnar.
Endurnýtslurnar á Hjalla, í Kollafirði og í Nólsoy eru stongdar skírisdag, langafríggjadag, páskaaftan, páskadag og 2. páskadag. Endurnýtslurnar lata upp aftur sum vanligt týsdagin 2. apríl.
Broyting verður nú gjørd á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18. Parkeringsøkið verður harafturat skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.
1.apríl er freistin at søkja stuðul úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Endamálið við grunninum er at styrkja samstarvið og fatanina millum politikarar og borgarar í Tórshavnar kommunu, Nuuk, og Reykjavík.
Umsøkjarar, ið fáa stuðul úr grunninum, skulu birta undir samstarvið millum býirnar.
Mikudagin 27. mars 2024 verður ástaðarfundur í sambandi við, at Tórshavnar kommuna er í ferð við at seta skeltir upp við høvuðsútrensl sambært spillivatnskunngerðini. Fundurin verður hildin við Føroya Sjósavn mikudagin 27. mars kl. 10. Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi til lunnindini í fjøruni, kunnu møta á staðnum.
Í gjárkvøldið hevði manningin og sluppstuðlarnir hjá Westward Ho eina hugnaløtu við døgurða í Müllers Pakkhúsi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin. Á móttøkuni handaðu íslendsku Óðins Vinir eitt kort við yvirliti yvir øll føroysk skip, sum fórust undir Íslandi millum 1870 og 1993.