Lurta

Stúrin um borgara


Vilt tú vera umlættingar- ella fosturfamilja?

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki undir 18 ár, kunnu tit lesa meira um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya.

Fosturforeldraskipanin (bvs.fo)

Skalt tú hava fatur á Barnaverndartænastuni?

Kennir tú eitt barn ella ungt fólk undir 18 ár, sum hevur bráðfeingis tørv á hjálp, skalt tú venda tær til Barnaverndartænastuna á tel. 30 20 60 í vanligari arbeiðstíð (9-15 mánadag til fríggjadag).

Uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum fært tú fatur á Barnaverndartænastuni við at ringja til vakttelefonina á tel. 21 60 12.

Tú kanst eisini kunna teg nærri her:

Stúrin um barn ella ungt fólk

Hevur títt barn tørv á mentori?

Hevur títt barn sálarligar trupulleikar ella stúranir at dragast við? So kann mentorskipaninin fyri ung hjá Barnabata og Tórshavnar kommunu vera ein loysn.

Mentorskipanin er eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til børn og ung í aldrinum 12-18 ár. Mentorskipanin kann virka til at stimbra og menna sjálvsvirðið og trivnaðin hjá tínum barni. Skipanin virkar við vegleiðing frá sjálvbodnum og skúlaðum mentorum.

Mentorskipanin til ung

Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki
Ráðgeving og stuðul
Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki

Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.

Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna
Ráðgeving og stuðul
Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna

Stórur tørvur er á mentorum. Hevur tú yvirskot og hug til at hjálpa einum barni, ið hevur tørv á hjálp og umsorgan? So hygg her.

Tímaseðil og útlegg til Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu
Ráðgeving og stuðul
Tímaseðil og útlegg til Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu

Her kanst tú senda uppgerð yvir tímar, dagar og útlegg, tú hevur havt í sambandi við arbeiði sum mentor, stuðul ella sum umlættingarforeldur.

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 1, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 60 (kl. 9 - 15)

Tel. 21 60 12 (kl. 15 - 9)

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag9-15