Lurta
Til lesiveik

Skriva inn í skúla

Títt barn skal byrja í skúla í sama álmanakkaári, sum barnið fyllir sjey ár. Innskrivingin í skúla gongur fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Gongur títt barn í forskúla, skalt tú skriva barnið inn í fyrsta flokk av nýggjum.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn innskrivingarfreistin er farin. Innskrivingarfreistin 2021 var 17. januar 2021.

Skalt tú skriva barnið inn í skúla aftaná innskrivingarfreistina, skalt tú søkja um at flyta skúla á Vanganum.

Skriva inn í skúla

Talgilda innskrivingin krevur, at tú ritar inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her: 

Fá samleikan (samleikin.fo) 

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og Samleikan, skalt tú brúka umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo

Skriva inn í skúla

Flyt skúla



Talgilda innskrivingin - soleiðis gert tú
Rita inn við Samleikanum

Tú ritar inn í skipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.

Skriva inn í skúla

Hevur tú ikki longu stovnað tær Samleikan, kanst tú gera tað her: 

Fá samleikan (samleikin.fo) 

Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini.

Tú fært atgongd til MínBoks á Vanganum, tá tú fært tær Samleikan.

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjunarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, skalt tú fara niður í »Sjálvavgreiðsluna« og trýsta á grøna knøttin »Finn pláss til«.


Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2021. Tað er umráðandi at seta byrjanardato rætt, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram.

 

Finn rætta tilboðið á listanum

Beint niðanfyri álmanakkan kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar listaðar. 

Í fyrstu atløgu kann listin tykjast trupul at fáa skil á. Tí her eru bæði býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk umboðað. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Teir eru skipaðir eftir stavraðnum.

Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at innskriva barnið til fylgjandi tilboð:

  • forskúla
  • forskúla og frítíðarskúla
  • frítíðarskúla hjá forskúla
  • skúla
  • skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.

Gev gætur, at hevur tú valt Skúlan við Løgmannabreyt ella Skúlan á Fløtum, skalt tú minnast til at viðmerkja í viðmerkingarteigin, hvørt barnið ynskir tónleikatilboðini, sum hesir báðir skúlarnir bjóða. Tú kanst kunna teg um tilboðini á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tú finnnur leinki til niðanfyri.

Tá tú hevur fylt teigarnar út, trýstir tú á knøttin »goym«. 

Skúlin við Løgmannabreyt – Ljóð í leiki

Skúlin á Fløtum – Litir í leiki

Vátta ella ógilda innskrivingina

Tá tú hevur fylt út sambandsupplýsingarnar og trýst á »goym«, fært tú ein glugga fram á skiggjan, sum tekur samanum tað, tú hevur valt í skipanini. Tú skalt nú annaðhvørt vátta innskrivingina við at trýsta á »OK« ella ógilda við at trýsta á »Annuller«.

Gev gætur áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, so skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »OK«. Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2021, so verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2021. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2021. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn. Angrar tú, at tú á henda hátt hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Fyrireika teg til at skriva barnið inn í skúla
Ber til at skriva barnið inn í skúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Búgva tit uttanlands og skulu flyta til Tórshavnar kommunu, ber til at skriva barnið inn, hóast tað ikki hevur fingið føroyskt p-tal enn. Tá skulu tit útvega barni tykkara eitt TK-tal frá Tórshavnar kommunu, sum tit kunnu brúka til at skriva barnið inn í skúla í talgildu skipanini. 

Kunna teg nærri á síðu okkara um TK-tal:

TK-tal

Tosa við barnagarðin um skúlabyrjan

Spyr leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið til skúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best kunnu fyrireikast til at fara í skúla.

Kunna teg um, hvar skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvar skúlarnir eru, og hvør skúli er næstur tínum bústaði. Skriva tín bústað í leititeigin.

Trýstir tú á frámerkini á kortinum, verður tú beind víðari til heimasíðuna hjá einstaka skúlanum.

Tak lut á kunningarfundunum á skúlunum

Summir skúlar skipa fyri kunningarfundi í januar mánaða, áðrenn innskrivingarfreistin til skúlarnar er farin.  

Kunna teg nærri á heimasíðunum hjá skúlunum.

Finn skúla

Eg ynski, at mítt barn skal byrja fyrr í skúla

Børn kunnu byrja í skúla, tá tey hava fylt seks ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um framskundaða skúlabyrjan. Her kanst tú eisini lesa um, hvussu tú fært kannað, um títt barn er til reiðar at byrja í skúla.

Eg vil framskunda skúlabyrjan

Eg ynski, at mítt barn skal byrja seinni í skúla

Børn kunnu byrja í skúla, tá tey eru eldri enn sjey ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um seinkaða skúlabyrjan. Har kanst tú eisini lesa meira um, hvussu tú kannar, um títt barn skal byrja seinni í skúla.

Eg vil útseta skúlabýrjan

Eru bíðilistar til skúlarnar?

Ja. Er einki pláss tøkt í einum skúla, kanst tú skriva barnið upp á bíðilista.

Soleiðis verður títt barn skrivað upp á bíðilista:

  • Tá tú hevur skrivað títt barn inn í skúla og fingið boð frá Mentamáladeildini um, at einki pláss er tøkt, bjóða vit tær pláss á bíðilistanum til skúlan, sum tú hevur ynskt sum fyrsta val
  • Verður plássið tøkt, fært tú boð frá skúlanum um, nær títt barn kann byrja í skúla og um, hvussu tú skalt fyrihalda teg

Treytirnar á bíðilistanum eru hesar:

  • Bíðilistarnir í sambandi við útlutan av plássum til forskúla og fyrsta flokk fylgja somu leiðreglum, sum tá ið børn fáa pláss í skúla. Leiðreglurnar finnur tú við at trýsta á leinkjuna niðanfyri
  • Bíðilistar til hinar flokkarnar eru eftir somu leiðreglum
  • Í ávísum førum taka skúlar ikki fleiri næmingar inn í ein flokk, hóast pláss eru. Grundin kann vera, at nógv flyting hevur verið í flokkinum, ella at avbjóðingar eru í flokkinum, sum bera við sær, at flokkurin skal hava frið í eina tíð, og at ongar broytingar skulu gerast í næmingatalinum

Hevur tú aðrar spurningar um bíðilistarnar, kanst tú venda tær til viðkomandi skúlarnar, sum umsita bíðilistarnar.

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu 

Finn skúla

Eg ynski, at mítt barn skal ganga í frítíðarskúla

Frítíðarskúli er fyri børn í forskúla til og við 3. flokk. Ynskir tú, at títt barn skal ganga í frítíðarskúla, skalt tú sjálv syrgja fyri at bóka tínum barni eitt pláss.

Skriva inn í frítíðarskúla

Nær fái eg at vita, hvørjum skúla mítt barn er upptikið á?

Tú fært svar frá skúlanum í februar mánaða, um pláss er á skúlanum.

Hevur skúlin ikki pláss fyri tínum barni, fært tú skrivlig boð frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Samstundis fært tú at vita, hvønn skúla, títt barn er innskrivað á. Í hesum sambandi geva vit tær møguleika fyri at skriva barnið upp á bíðilista til skúlan, sum tú hevur ynskt sum fyrsta val.

Hvar kann eg fáa meira at vita um skúlabyrjan?

Set teg í samband við skúlan fyri at fáa meira at vita um skiftið úr barnagarði í skúla.

Finn skúla

Hvørjum skúla skal mítt barn ganga í?
Frítt skúlaval

Í Tórshavnar kommunu er frítt skúlaval. Tað vil siga, at øll hava rætt til at søkja inn á ein og hvønn kommunalan skúla í kommununi.

Undantøkini eru teir smáu skúlarnir í kommununi, har bara tey, sum búgva í skúlaøkjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy

Hóast vit hava frítt skúlaval í Tórshavnar kommunu, kann kortini koma fyri, at tilgongdin er so stór til ein ávísan skúla, at títt val ikki kann eftirlíkast. Til dømis kunnu stórir árgangir av børnum búgva nærindis einum ávísum skúla. Tá kann gerast neyðugt hjá okkum at flyta næmingar í annan skúla enn tann, sum er næstur tykkara bústaði.

Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, luta vit plássini út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum.

Á kortinum niðanfyri kanst tú síggja, hvar skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu. Trýst á frámerkini fyri at kunna teg nærri um einstøku skúlarnar.

Tá tú skrivar títt barn inn í skúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki. Tú kanst ikki velja ávísan frítíðarskúla, tí skipanin virkar soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Sostatt er valið av skúla og frítíðarskúla tengt at hvørjum øðrum. Kunna teg nærri um innskriving í frítíðarskúla á síðu okkara um frítíðarskúlar.

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Skriva inn í frítíðarskúla

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk mítt barn kemur í?

Skúlin ger av, hvønn flokk barnið fer í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, sum barnið fer at ganga í.

Finn skúla

Hent at vita um talgildu innskrivingina
Fortreytir fyri upptøku av tínum barni

Sum foreldur kanst tú frítt velja millum kommunalu skúlarnar.  

Hvørt títt barn sleppur inn á ynskta skúlan, veldst kortini um talið av tøkum plássum og talið av umsóknum. Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, tilluta vit plássini sambært fylgjandi reglum, sum eru politiskt samtyktar:

  • Rættstundis innskriving. Vit raðfesta umsóknirnar eftir, um tær eru latnar inn áðrenn umsóknarfreistina
  • Forskúlabarn. Vit taka atlit til, um barnið frammanundan gongur í forskúla á skúlanum
  • Systkinafyrimunur. Systkin hava framíhjárætt í mun til onnur børn
  • Næstur skúlanum. Hetta merkir, at næmingar, ið búgva styttst burtur frá valda skúlanum, verða tiknir inn í skúlan fram um børn, sum búgva longri burtur.
  • Serviðurskifti. Vit taka atlit at serligum sosialum ella sernámsfrøðiligum viðurskiftum. Serlig viðurskifti kunnu vera, at barnið býr á stovni, trivnaður hjá barninum, atlit til arbeiði hjá foreldrunum, at barnið hevur tørv á sernámsfrøði, sum er í ávísum skúla, ella at barnið hevur tørv á minni eind ella ávísari eind.
Hvør kann skriva eitt barn upp?

Fyri at kunna skriva títt barn inn í ein skúla, skalt tú:

  • vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • tú og barnið skulu hava sama bústað 

Harafturat kunnu foreldur, sum skulu flyta til Tórshavnar kommunu, skriva síni børn inn í skúla.

Kunna teg nærri á síðuni niðanfyri.

Flyt skúla/tilflytari

Fái eg angrað mítt val av skúla?

Tú kanst søkja um at broyta títt val av skúla. Tú skalt fylgja somu manngagongd, sum tá tú flytur skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Tøkniligar fortreytir fyri innskriving

Fyri at nýta talgildu innskrivingina skalt tú hava hetta klárt:

  • Teldu, teldil ella snildfon
  • Netsamband
  • Samleikan og MínBoks
Innskriving uttan innritan

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og Samleikan, skalt tú brúka umsóknarblaðið, sum tú finnur ovast á hesari síðuni.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15