Tú ritar inn í bókingarskipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.
Hevur tú ikki longu stovnað tær Samleikan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini. Tá tú hevur stovnað tær Samleikan, fært tú samstundis atgongd til tína MínBoks á Vanganum.
Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.
Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, fert tú undir »Sjálvavgreiðsluna« og trýstir á grøna knøttin »Finn pláss til«.
Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2023. Tað er umráðandi, at tú ásetir rætta byrjanardagin, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram á skíggjan.
Beint undir álmanakkanum kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar í kommununi. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.
Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar á einum lista.
Listin kann tykjast trupul at fáa skil á í fyrstu atløgu. Tí listin fevnir bæði um býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Skúlarnir eru skipaðir eftir stavraðnum. Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.
Tú kanst velja at skriva barnið inn til fylgjandi tilboð:
- Forskúla
- Forskúla og frítíðarskúla
- Frítíðarskúla hjá forskúla
- Skúla
- Skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
- Frítíðarskúla hjá 3. flokki
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.
Tá tú hevur fylt sambandsupplýsingarnar út og trýstir á »goym«, tekur skipanin samanum tað, tú hevur valt í skipanini.
Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2023, verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2023. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2023. Angrar tú, at tú hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.