Lurta

Skriva inn í skúla

Títt barn skal byrja í skúla í sama álmanakkaári, sum barnið fyllir sjey ár. Innskrivingin í skúla fer fram í talgildu plássskipanini. 

Skriva inn í skúla

Tey børn, sum frammanundan ganga í forskúla, eru innskrivað í sama skúlanum, har tey ganga í forskúla. Hevur tú barn í forskúla, er sostatt ikki neyðugt at skriva barnið inn av nýggjum. Ynskir tú hinvegin pláss í øðrum skúla enn tí skúlanum, barnið gongur í forskúla í, mást tú skriva barnið inn av nýggjum.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av tínum barni í skúla. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn innskrivingarfreistin er farin.

Talgilda innskrivingin krevur, at tú ritar inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. 

Fá tær Samleikan (samleikin.fo) 

Flyt skúla



Soleiðis gert tú
Rita inn við Samleikanum

Tú ritar inn í plássskipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.

Skriva inn í skúla

Hevur tú ikki longu stovnað tær Samleikan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Plássskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks og sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini. Tá tú hevur stovnað tær Samleikan, fært tú atgongd til tína MínBoks á Vanganum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.

Vel sjálvgreiðsluna

Nú velur tú »Sjálvgreiðsla«:

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Nú skalt tú í álmanakkanum áseta byrjanardagin til 16. august 2024. Tað er umráðandi, at tú ásetir rætta byrjanardagin, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram á skíggjan.

Finn rætta tilboðið í listanum

Nú skal tú velja, hvønn skúla og frítíðarskúla, tú vilt skriva barnið inn í.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar á einum lista.

Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Skúlarnir eru skipaðir eftir stavraðnum. Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at skriva barnið inn til fylgjandi tilboð:

  • Forskúla
  • Forskúla og frítíðarskúla
  • Frítíðarskúla hjá forskúla
  • Skúla
  • Skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • Frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út og vátta innskriving

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum. Fyll sambandsupplýsingarnar út og trýst á »Goym«.

Gev gætur, áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »goym«. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn.

Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2024, verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2024. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2024. Angrar tú, at tú hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Fyrireika teg til at skriva barnið inn í skúla
Ber til at skriva barnið inn í skúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Búgva tit uttanlands, og skulu tit flyta til Tórshavnar kommunu, ber til at skriva barnið inn í skúla, hóast tað ikki hevur fingið føroyskt p-tal enn. Fyri at tað skal bera til, skulu tit útvega barninum eitt TK-tal frá Tórshavnar kommunu. TK-talið kunnu tit brúka til at skriva barnið inn í skúla í plássskipanini.

Kunna teg nærri á síðu okkara um TK-tal:

TK-tal

Tosa við barnagarðin um skúlabyrjan

Spyr leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið til skúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best kunnu fyrireikast til at fara í skúla.

Kunna teg um, hvar skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar skúlarnir eru, og hvørjum upptøkuøki tit búgva í. Skriva tín bústað í leititeigin, so fært tú at vita, hvønn skúla tit hoyra til.

Tak lut á kunningarfundunum á skúlunum

Summir skúlar skipa fyri kunningarfundi í januar mánaða, áðrenn innskrivingarfreistin til skúlarnar er farin.

Kunna teg nærri á heimasíðunum hjá skúlunum.

Finn skúla

Eg ynski, at mítt barn skal byrja fyrr í skúla

Børn kunnu byrja í skúla, tá tey eru vorðin seks ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um framskundaða skúlabyrjan. Her kanst tú eisini lesa um, hvussu tú fært kannað, um títt barn er búgvið at byrja í skúla.

Eg vil framskunda skúlabyrjan

Eg ynski, at mítt barn skal byrja seinni í skúla

Børn kunnu byrja í skúla, tá tey eru eldri enn sjey ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um seinkaða skúlabyrjan. Har kanst tú eisini lesa meira um, hvussu tú kannar, um títt barn skal byrja seinni í skúla.

Eg vil útseta skúlabyrjan

Eru bíðilistar til skúlarnar?

Ja. Er einki pláss tøkt í einum skúla, kanst tú skriva barnið upp á bíðilista.

Soleiðis verður títt barn skrivað upp á bíðilista:

  • Tá tú hevur skrivað títt barn inn í skúla og fingið boð frá Mentamáladeildini um, at einki pláss er tøkt, bjóða vit tær pláss á bíðilistanum til skúlan, sum tú hevur ynskt sum fyrsta val
  • Verður plássið tøkt, fært tú boð frá skúlanum um, nær títt barn kann byrja í skúla, og hvussu tú skalt fyrihalda teg

Treytirnar á bíðilistanum eru hesar:

  • Bíðilistarnir í sambandi við útlutan av plássum til forskúla og fyrsta flokk fylgja somu leiðreglum, sum tá ið børn fáa pláss í skúla. Leiðreglurnar finnur tú við at trýsta á leinkið niðanfyri
  • Bíðilistar til hinar flokkarnar eru eftir somu leiðreglum
  • Í ávísum førum taka skúlar ikki fleiri næmingar inn í ein flokk, hóast pláss eru. Grundin kann tá vera, at nógv flyting hevur verið í flokkinum. Ein onnur orsøk kann vera, at avbjóðingar eru í flokkinum, sum bera í sær, at flokkurin skal hava frið í eina tíð, og at ongar broytingar skulu gerast í næmingatalinum

Hevur tú aðrar spurningar um bíðilistarnar, kanst tú venda tær til viðkomandi skúlarnar, sum umsita bíðilistarnar.

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í leiðreglunum fyri upptøku av næmingum til kommunalu fólkaskúlarnar.

Finn skúla

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Eg ynski, at mítt barn skal ganga í frítíðarskúla

Frítíðarskúli er fyri børn í forskúla til og við 3. flokk. Ynskir tú, at títt barn skal ganga í frítíðarskúla, skalt tú sjálv syrgja fyri at bóka tínum barni eitt pláss. Tá tú skrivar títt barn inn í skúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki.

Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla. Frítíðarskúlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Tað vil siga, at valið av frítíðarskúla er tengt at skúlavalinum.

Tað er ikki neyðugt at skriva tey børnini, sum frammanundan ganga í frítíðarskúla, inn av nýggjum. Vilt tú hinvegin siga plássið í frítíðarskúla frá tær komandi skúlaár, kanst tú rita inn í plássskipanina og siga plássið frá tær har. Tú fært atgongd til plássskipanina frá síðu okkara um uppsøgn av frítíðarskúla:

Skriva inn í frítíðarskúla

Sig upp frítíðarskúla

Nær fái eg at vita, hvørjum skúla mítt barn er upptikið á?

Í februar mánaða fært tú at vita, um pláss er í skúlanum. Tú fært svarið sendandi frá skúlanum.

Hevur skúlin ikki pláss fyri tínum barni, fært tú skrivlig boð frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Tá fært tú samstundis at vita, hvørjum skúla, títt barn er innskrivað í. Í hesum sambandi geva vit tær møguleika fyri at skriva barnið upp á bíðilista til skúlan, sum tú hevur ynskt sum fyrsta val.

Hvar kann eg fáa meira at vita um skúlabyrjan?

Set teg í samband við skúlan fyri at fáa meira at vita um skiftið úr barnagarði í skúla.

Finn skúla

Hvørjum skúla skal mítt barn ganga í?
Skúlaval

Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst (Kollafjarðar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli). Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
  • Kollafjarðar skúli er til næmingar búsitandi í Kollafirði, í Signabø og á Oyrareingjum

Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðast á hesari síðuni.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar grundupptøkuøkini og skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjum upptøkuøki tit búgva í, og hvønn skúla tit hoyra til.

Tá tú skrivar títt barn inn í skúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki. Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla, tí skipanin virkar soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Sostatt er valið av frítíðarskúla tengt at skúlavalinum. Les meira um innskrivingina í frítíðarskúla á síðu okkara um frítíðarskúlar.

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í leiðreglunum fyri upptøku av næmingum til kommunalu fólkaskúlarnar.

Skriva inn í frítíðarskúla

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk mítt barn kemur í?

Skúlin ger av, hvønn flokk barnið fer í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, sum barnið fer at ganga í.

Finn skúla

Hent at vita um talgildu innskrivingina
Fortreytir fyri upptøku av tínum barni

Vit royna altíð at lata barnið sleppa í skúla so nær heiminum sum gjørligt. Búgva stórir árgangir av børnum nærhendis einum ávísum skúla, kann tó verða neyðugt at flyta næmingar í annan skúla enn tann, sum er næstur heiminum.

Avgerð um pláss verður tikin við støði í hesum meginreglum:

Forskúli:

  1. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  2. Barnið hevur systkin í skúlanum
  3. Barnið býr í grundupptøkuøkinum hjá skúlanum

Fyrsti flokkur:

  1. Barnið gongur í forskúla í skúlanum
  2. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  3. Barnið hevur systkin í skúlanum
  4. Barnið býr í grundupptøkuøkinum hjá skúlanum
  5. Onnur serlig viðurskifti
Hvør kann skriva eitt barn inn í skúla?

Fyri at kunna skriva títt barn inn í ein skúla, skalt tú:

  • Vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • Hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • Tú og barnið skulu hava sama bústað

Harafturat kunnu foreldur, ið skulu flyta til Tórshavnar kommunu, skriva síni børn inn í skúla. Tað kanst tú lesa meira um á síðu okkara um at flyta skúla, sum tú finnur her:

Flyt skúla/tilflytari

Fái eg angrað mítt val av skúla?

Tú kanst søkja um at broyta títt val av skúla. Tú skalt tá fylgja somu mannagongd, sum tá tú flytur skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Tøkniligar fortreytir fyri innskriving

Hetta skalt tú hava klárt fyri at nýta talgildu innskrivingina:

  • Teldu, teldil ella snildfon
  • Netsamband
  • Samleikan og MínBoks
Innskriving uttan innritan

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella Samleikan og MínBoks, kanst tú brúka umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, minst so til at viðmerkja »Innskriving í skúla« í evnisteigin.

Skriva inn í skúla

REGLUVERK

Fólkaskúlalógin

Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)


Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum til kommunalu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15