Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 139a og 1æf í Hoyvík.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Hest fyri part av matr. nr. 10a frá øki B-havnaøki til øki SF-Frítíðarhús.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 999a við Hvannasundsgøtu, Tórshavn, sum skipar íbúðarbygging í økinum.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um at broyta almennu
byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av Argjahamri.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt við Miðhorn, partur av matr. nr. 1160a, í Tórshavn.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 12. juli 2022.
Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 135a, 135fe, 1ob og 138a í Hoyvík.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 16. juni 2022.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. apríl 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 3 fyri matr. nr. 1300a, 1300b og 1301a við Hoyvíksvegin í Tórshavn.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Hest.