Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 20. mai 2024
Arbeiðstíð
Eftir avtalu
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Birita Kjærbo Mortensen
Dagstovnaleiðari
biritakm@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan við Løgmannabreyt

Brennur tú fyri at vera kreativ/-ur við frítíðarskúlabørnum? Hevur tú hug at vera partur av einum framúr toymi? So er tað júst tær vit leita eftir á Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.


Vit leita eftir:

  • Námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt


Um okkum

Í Frítíðarskúlanum ganga børn úr 1., 2. og 3. flokki. Ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum árgangi. Í løtuni arbeiða 5 eldhugaðir námsfrøðingar og 7 hjálparfólk, ið øll koma við sínum íkasti til góða arbeiðsumhvørvið í frítíðarskúlanum.

Vit arbeiða við støði í førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavnan.

Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt, gott, avbjóðandi og stuttligt stað har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á hesi økini:

  • geva børninum møguleikar at vera kreativ
  • náttúru og uttandura upplivingar
  • møguleikar fyri nógvari rørslu í gerandisdegnum
  • felagsskapin og gott samskifti

Vit hava fantastiskar møguleikar fyri at geva børnunum góðar kreativar upplivingar av ymiskum slag. Vit hava eitt hús, ið kallast Kveiking, sum hevur framúr góðar umstøður at menna tað kreativa. Í húsinum eru trý rúm, eitt málirúm, eitt verkstað og eitt rúm við alskyns møguleikum til at vera kreativur við børnunum. Vit hava góðar møguleikar fyri at geva børnunum góðar nátturuupplivingar. Frítíðarskúlin liggur tætt upp at einum náttúruvøkrum umhvørvi. Hagin er okkara nærmasti granni. Harumframt hava vit atgongd til eina stóra ítróttarhøll, og góðar innan- og uttandura hentleikar.


Um teg

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, soleiðis at vit kunnu varðveita okkara góða samstarv við foreldur, børn, starvsfelagar og skúla
  • ert ágrýtin, tolin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir og samstundis varðveita yvirlitið, tá ið á stendur


Tí skalt tú velja okkum 

Sum partur av okkara toymi fært tú:

  • eitt starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
  • eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning  
  • eitt starv við hugagóðum og dugnaligum starvsfelagum
  • eitt starv, har tú fært tíð til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum
  • eitt starv, har tú hevur møguleikar at veksa námsfrøðiligt
  • eitt starv, har møguleikar eru fyri at fara á viðkomandi námsfrøðilig skeið
  • eitt starv, ið hevur góðar møguleikar og góðar umstøður


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Søkir skikkaður námsfrøðingur ikki, kunnu vit seta hjálparfólk í staðin.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Spurningar um starvið

Hevur tú spurningar til starvið ella stovnin, ert tú vælkomin at venda tær til Birita Kjærbo Mortensen, leiðara, á telefon 58 40 80. Tú kanst eisini kunna teg nærri á heimasíðuni hjá frítíðarskúlanum, sum tú finnur her:

Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024 kl. 12.