Býráðið hevur samtykt, at ein arkitekturpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu skal gerast. Sum ein partur av arbeiðstilgongdini verður dentur lagdur á borgaraluttøku og almenna talgilda spurnarkanning um evnið. Les meira og tak lut her.

Býráðið hevur samtykt, at ein arkitekturpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu skal gerast. Sum ein partur av arbeiðstilgongdini verður dentur lagdur á borgaraluttøku og almenna talgilda spurnarkanning um evnið. Les meira og tak lut her.

Undir heitinum »Saman um grønu framtíðina« skipa vit fyri einari viku, har vit í felag kanna, læra og luttaka í tí, sum kann gera okkum til virknar luttakarar í eini grønari menning — og saman taka fetini móti eini tryggari og burðardyggari framtíð.

Tórshavnar kommuna hevur samtykt nýggjan umhvørvispolitikk fyri 2026-2032. Les nýggja politikkin her.

Í mai skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til almenna ruddingardagin er týsdagin 5. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Tórshavnar Ungdómsráð er rødd teirra ungu í Tórshavnar kommunu. Høvuðsuppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í ungdómspolitiskum spurningum og vera millumlið ímillum tey ungu og politikararnar. Les um ráðið her.

Síðani 2009 hevur tað verið fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir ein fiskitúr við Westward Ho. Í ár fara túrarnir fram í tíðarskeiðinum 14. august til 2. september.

Westward Ho bjóðar í mai 2026 forskúlabørnum og eldri barnagarðsbørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei. Les um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar bólkin til eina vitjan.

Týsdagin 24. mars 2026 er val til Fólkatingið. Her er alt, tú skalt vita um valrætt, brævatkvøður og mannagongdir annars í sambandi við valið.

General election for the Faroese Parliament is held on Thursday 26 March 2026. Read all about the voting procedures, regulations and legislations for the upcoming election here.

Hósdagin 26. mars 2026 er val til Føroya Løgting. Her er alt, tú skalt vita um valrætt, brævatkvøður og mannagongdir annars í sambandi við valið.

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu liva grønt? So minst til at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja stuðulin er 31. mars 2026.

Í mars skulu vit velja nýtt ungdómsráð í Tórshavnar kommunu. Býrt tú í Tórshavnar kommunu, og ert tú millum 16 og 25 ár valdagin 24. apríl, ert tú vælkomin at stilla upp. Fráboðanarfreistin er týsdagin 24. februar 2026. Les her, hvussu tú gert.

Nú kanst tú greiða atkvøðu til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember klokkan 16, og hesaferð ber til at velja talgilt. Les nærri her um valevnini og um, hvussu tú kanst greiða tína atkvøðu.