Temu

  • Vís alt
  • Býarmenning
  • Culture and Leisure
  • Dagstovnur
  • Eldraráðsval
  • Elections
  • Fólkatingsval
  • Heilsa
  • Kommunuval
  • List
  • Løgtingsval
  • Mentan og frítíð
  • Nýggja heimasíðan
  • Ráðgeving og stuðul
  • Skúli
  • Starv í kommununi
  • Talgild sjálvgreiðsla
  • Tema/Ferðavinna
  • Umhvørvi
  • Umhvørvisstuðul
  • Umsorgan og røkt
  • ForeldraGluggin
  • Ungdómsráð
Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki
Ráðgeving og stuðul
Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki

Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.

Býarlundin verður gjørd
Býarmenning
Býarlundin verður gjørd

Arbeiðið at gera nýggju býarlundina í miðbýnum er byrjað. Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini um at gera eina grøna gongugøtu og býarlund. Býarlundin verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2024.

Umhvørvisstuðul til verkætlanir um vatn
Umhvørvisstuðul
Umhvørvisstuðul til verkætlanir um vatn

Hevur tú eitt hugskot til, hvussu vit kunnu tryggja góða vatngóðsku ella brúka sjógv og sjófeingi til burðardygga menning? So minst til at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. mars 2024.

Frukt og grønmeti til biogass
Umhvørvi
Frukt og grønmeti til biogass

Fríggjadagin 10. november verður kunnandi tiltak í Norðurlandahúsinum um, hvussu stórkøkar, handlar, gistingarhús, stovnar og heilsølur í Tórshavnar kommunu kunnu skilja frukt, grønmetisleivdir og avskurðar frá til biogassframleiðslu. Les meira her.

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur
Býarmenning
Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

28. september 2023 samtykti Tórshavnar býráð heildarætlanina »Stóratjørn – ein burðardyggur býarpartur«. Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum sambært ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum. Les um heildarætlanina her.

Multicultural Week 2023
Culture and Leisure
Multicultural Week 2023

Multicultural Week is an event organised by the municipality of Tórshavn that takes place from the 20th to the 27th of October. The aim of the event is to embrace cultural diversity in the Faroe Islands. Read everything about the Multicultural Week here.

Fjølmentanarvikan 2023
Mentan og frítíð
Fjølmentanarvikan 2023

Í døgunum 20.-27. oktober 2023 skipar Tórshavnar kommuna fyri Fjølmentanarviku í samstarvi við aðrar kommunur, stovnar og fyritøkur í landinum. Fjølmentanarvikan er eitt landsfevnandi átak, ið hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum. Les alt um Fjølmentanarvikuna her.

Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna
Ráðgeving og stuðul
Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna

Stórur tørvur er á mentorum. Hevur tú yvirskot og hug til at hjálpa einum barni, ið hevur tørv á hjálp og umsorgan? So hygg her.

Burðardygg orkuráð
Umhvørvi
Burðardygg orkuráð

Ivast tú í, hvørja hitaskipan tú skalt velja? Ella vilt tú vita, hvussu vit kunnu skipa okkara samfelag so burðardygt sum gjørligt? Her kanst tú leita tær orkuráð til tíni hús, kunna teg um ymisku orkuloysnirnar og lesa um hitaætlanirnar, ið eru í umbúna í Tórshavnar kommunu.

Sig tína hugsan um Vágsbotn
Býarmenning
Sig tína hugsan um Vágsbotn

Hevur tú fylgt við í broytingunum á torginum í Vágsbotni? Nú kanst tú siga tína hugsan um verandi skipan og koma við tínum egna uppskoti til, hvussu vit best menna felagsøkið í Vágsbotni.

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna
Býarmenning
Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 26. januar 2023 nýggja heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna í Tórshavn. »Urtagarðsbýurin« er ein langskygd ætlan, ið skal skapa lív í býnum. Les alt um heildarætlanina her og síggj video frá borgarafundinum í Finsen 25. januar 2023.

Umhvørvisstuðul til burðardyggar verkætlanir
Umhvørvisstuðul
Umhvørvisstuðul til burðardyggar verkætlanir

Veitst tú, hvussu vit kunnu gera flutning av fólki, mati, vørum og tilfari burðardyggari? So søk kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja umhvørvisstuðul er 31. mars 2023.

Løgtingsval 8. desember 2022
Løgtingsval
Løgtingsval 8. desember 2022

Hósdagin 8. desember 2022 er løgtingsval. Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, upptøku á vallistan og mannagongdir annars í sambandi við valið.

Ósvart – orkuráðstevna fyri øll
Umhvørvi
Ósvart – orkuráðstevna fyri øll

Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina og framtíðina? Kom við á orkuráðstevnuna Ósvart 3. og 4. november í Norðurlandahúsinum og fá tær nyttuga vitan til tíni egnu orkuval og hoyr nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart, sum gjørligt.

Stimbra sálarligu heilsuna – gerst sjálvboðin!
Heilsa
Stimbra sálarligu heilsuna – gerst sjálvboðin!

Í ár snýr ABC-vikan seg um at raðfesta sálarligu heilsuna. Ein munadyggur máti at stimbra sálarligu heilsuna er at vera sjálvboðin. Les meira um ABC-vikuna og hvussu tú gerst sjálvboðin niðanfyri.