Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri part av matrikklunum 203c, 309, 209a og 308 í Kollafirði. Endamálið við uppskotinum er at skipa økið til íbúðarbygging.
Freistin at senda inn mótmæli ella broytingaruppskot er 2. november 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matrikklunum 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir). Uppskotið snýr seg um at broyta part av matrikklunum 42i og 200e, Kirkjubøur, frá umráðisparti A1 til umráðispart D1 og at broyta part av matrikkli 200a, Kirkjubøur, frá umráðisparti D1 til umráðispart A1.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. november 2026.
Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er nú broytt, soleiðis at krav til felagshøli er hækkað og vegurin í fylgiskjali 2 ikki verður nágreinaður. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. Freistin at lata inn viðmerkingar og mótmæli er 30. oktober 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri E-neystaøkir. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 21. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri á Rætt, Kollafjørður. Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið til raðhúsa- og íbúðarbygging. Uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina snýr seg um at markið fyri A1 økið fylgir nýggju serstøku byggisamtyktini, og til hetta krevst at partur av 4. grundumráði verður broyttur til A1, umframt at D1 økið verður víðkað.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 18. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1354a frá A3 til A2. Endamálið við uppskotinum er at broyta markið millum A2 og A3, soleiðis at A2 verður galdandi fyri alt økið, ið serstaka byggisamtyktin fyri Villingadalsvegin er galdandi fyri.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 18. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt millum Jóannesar Paturssonar gøtu og Landavegin í Tórshavn. Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið við sethúsabygging, raðhúsabygging, tvíhúsabygging og íbúðarbygging.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Finsen og Grasagarð, matr. nr. 330, 331, 333, 334, 335, 336, 337, 338, 339a, 339b og litra aø, Tórshavn. Uppskotið til serstaka byggisamtykt hevur til endamáls at varðveita tey varðveitingarverdu virðini í økinum, umframt at geva rúm fyri nýggjari bygging, har tørvur og møguleikar eru fyri tí. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 4. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø. Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað. Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.