Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri havnaøkið suðuri á Oyrini á Signabø, part av matr. nr. 320a.
Uppskotið snýr seg um at avtaka B1 havnaøkið, sum ikki er virkið, og leggja tað
sum 4. grundumráði, sum er øki ætlað landbúnaði.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. desember 2022 uppskot um nýggja
serstaka byggisamtykt fyri part av matr. nr. 139a og 1æf við Stórutjørn í Hoyvík.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 11a, 22a og 49a, Kaldbak.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu, Tórshavn.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. oktober 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 4a, 200a, 122h og g, Kirkjubøur (Argir).
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kollafjørð.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 8a og 8d, Kirkjubøur.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Dr. Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu fyri matr. nr. 321 og 322, Tórshavn.