Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið. Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í økinum. Uppskotið hevur áður ligið frammi, men í sambandi við at broytingar eru gjørdar, verður uppskotið aftur lagt fram.
Freistin at lata inn mótmæli og broytingaruppskot er 22. juli 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 39e og 39f, Argir. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið frá A1 sethúsaøki, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging. Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 20. juli 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin. Uppskotið snýr seg um at skipa matrikklar 1314 og 1303b í Havn til íbúðarbygging við tilhoyrandi hentleikum og fríøki. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 1. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta ásetingarnar fyri byggi- og nýtslustig fyri umráðispartin A1 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri umráðispartin A1, soleiðis at tað í serstakari byggisamtykt fyri eitt natúrligt avmarkað øki skal bera til at víkja frá ásetingum um mest loyvda byggi- og nýtslustig.
Freistin at lata inn mótmæli og broytingaruppskot er 23. juni 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matrikkli 1344a í Havn. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina frá 4. grundumráði, ið er ætlað landbúnaði, til A1-øki, ið er ætlað sethúsabygging.
Freistin at lata inn mótmæli og broytingaruppskot er 23. juni 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1122a, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til eina møguliga framtíðar íbúðarbygging í 4 og 5 hæddum.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 19. juni 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1435b, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1435b, Tórshavn frá A1 øki, ætlað stakhúsabygging, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 18. juni 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. apríl 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa íbúðarbygging í trimum hæddum við atliti at fríøkjum. Uppskotið um serstaka byggisamtykt kemur ístaðin fyri galdandi serstøku byggisamtykt fyri økið, sum loyvir útstykking til 18 stakhús.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 1. august 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. mars 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Undir Gráasteini í Havn. Byggisamtyktin fevnir um matrikklarnar 1094c og 1094d. Uppskotið snýr seg um at skipa økið við íbúðarbygging í 2-3 hæddum umframt fríøki og felags hentleikar til íbúgvar í økinum.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 19. mai 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. mars 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kaldbak. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 6. mai 2026.