Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 14. desember 2023 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 5 fyri økið millum Áarvegin, Húsabrúgv og Bringsnagøtu, Tórshavn.
Uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 2a á Velbastað.
Uppskot um at leggja nýggjan umráðispart til vinnu, B7, afturat 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini.
Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur (Argir), í smb. við ætlanir um at byggja nýtt sjósavn.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um at broyta ásetingarnar um minst loyvdu grundstykkjavídd til tví- og raðhús í A1 sethúsaøkjum í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, kap. II, §5, stk. 3 og 11.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Stórubrekku, matr. nr. 138a, Hoyvík.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Stórutjørn, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 132c, Kollafjørður.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. mars 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri øki framvið ovasta parti av Villingadalsvegnum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 27. oktober 2023 til 8. desember 2023.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1231a og 1175a í Tórshavn.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 16 í Norðradali frá 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, til B7 vinnuøki, ið er ætlað stórum vinnuvirkjum, verksmiðjum, goymslum og tílíkum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 26. juni 2023 til 28. august 2023.