Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. februar 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Argjaboða. Uppskotið snýr seg um at víðka markið fyri serstøku byggisamtyktina fyri matrikkul 43g omanfyri Argjaboðagøtu, har endamálið er at skipa íbúðarbygging. Markið fyri byggisamtyktina verður víðkað, so tað eisini fevnir um matrikkul 43h til tess at somuleiðis loyva íbúðarbygging niðanfyri Argjaboðagøtu. Freistin at senda inn viðmerkingar og mótmæli er 15. apríl 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin. Uppskotið snýr seg um at broyta GR. 2 fyri eindirnar B1, B2, B3 og B4, soleiðis at tað umframt tvíhús, raðhús og teimum líkar bústaðir, somuleiðis kunnu byggjast íbúðir í økjunum.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 24. mars 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri matrikklarnar 1235a, 1378, 1233a og 1233b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. Broytingin í serstøku byggisamtyktini nágreinar millum annað hæddarásetingar og tekur atlit til møguliga framtíðar ferðsluloysn.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matrikklarnar nr. 1038e og litra em í Tórshavn frá A1-øki, ætlað stakhúsabygging, til A4-øki, ið er ætlað til
opna/lága bústaðarbygging.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 18. mars 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. januar 2026 uppskot um nýggjan umráðispart í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Umráðisparturin er ætlaður til opna/lága bústaðabygging, sum er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa-og tvíhúsabygging.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matrikklarnar 1341f, 1341d, 1341e, 1341c, 1341b og 1341g í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri matrikklarnar frá 4. grundumráði, ið er ætlað landbúnaði, til A1-øki, ið er ætlað sethúsabygging.
Freistin at senda inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 7. februar 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 3. februar 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um at broyta ásetingarnar fyri minst loyvdu grundstykkjavídd í 1. og 2. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Uppskotið snýr seg um at minka minst loyvdu grundstykkjavídd í 1. og 2. grundumráði
úr 500 m2 til 50 m2.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri kampusøkið. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bygningar til skúlaskap, heilsurøkt, umsiting, lestrarbústaðir og tílíkt.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. september 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingarnar fyri A2-øki, § 6, stk. 1 í almennu byggisamtyktini, soleiðis at orðing um annað virksemi verður løgd afturat bústaðarbyggingini, umframt at áseting um umhvørvisflokking kemur afturat.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2026.