Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar og 5. mai 2025 uppskot um at broyta almennu og serstøku byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 139a Hoyvík, í sambandi við ger av vinnuútstykking í økinum.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina omanfyri Argjahamar, matr. nr. 256, Kirkjubøur.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matrikkli nummar 13a í Norðradali. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri part av matrikklinum frá 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, til øki F, ið er ætlað frítíðar- og summarhúsum. Uppskotið er í sambandi við ætlaða broytta nýtslu av ognini.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, soleiðis at krøvini til løðistøðir verða herd í sambandi við bygging og umvæling.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matrikkul nummar 50ø á Velbastað. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri matrikkulin frá øki E, ætlað almennum stovnum, til øki B, ið er ætlað sethúsum. Uppskotið er í sambandi við ætlaða broytta nýtslu av ognini.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. januar 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Nólsoy.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. november 2024 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hest.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 186, 187, 188, 190 191b, 192, 193, 195 og 201, Tórshavn.