Hoyringar
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. oktober 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hvítanes. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Freistin at lata inn mótmæli ella broytingaruppskot er 10. desember 2025.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Broytingin snýr seg um, at nýggj áseting verður gjørd fyri A1 øki í almennu byggisamtyktini, ið við serstakari byggisamtykt loyvir, at grundstykki kunnu vera minni enn 500 m2 í ávísum økjum.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. november 2025.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið. Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu og siðsøguligu virðini í økinum.
Borgarafundur verður um nýggju serstøku byggisamtyktina hóskvøldið 9. oktober 2025 klokkan 20 í Perluni.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 12. november 2025.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.
Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at m.a. bústaðir eisini kunnu staðsetast í økinum. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, soleiðis at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju, samstundis sum at smogur vera tryggjaðar millum Rektaragøtu og Bryggjubakka.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. oktober 2025.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matrikklarnar 1357b, 1356, 1355, 1354a og 1354b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa høga og fjølbroytta bústaðarbygging og samstundis tryggja útsýni og skynsama lendisnýtslu. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 2. september 2025.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2025 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað. Uppskotið fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis at lýsingar fyri ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar og 5. mai 2025 uppskot um at broyta almennu og serstøku byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 139a Hoyvík, í sambandi við ger av vinnuútstykking í økinum.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina omanfyri Argjahamar, matr. nr. 256, Kirkjubøur.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. februar 2025 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matrikkli nummar 13a í Norðradali. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri part av matrikklinum frá 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, til øki F, ið er ætlað frítíðar- og summarhúsum. Uppskotið er í sambandi við ætlaða broytta nýtslu av ognini.