Hoyringar

Almenn hoyring
Broyting í ásetingunum fyri E-neystaøki í almennu byggisamtyktini

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri E-neystaøkir. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 21. august 2026.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini og nýggj serstøk byggisamtykt á Rætt, Kollafjørður

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri á Rætt, Kollafjørður. Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið til raðhúsa- og íbúðarbygging. Uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina snýr seg um at markið fyri A1 økið fylgir nýggju serstøku byggisamtyktini, og til hetta krevst at partur av 4. grundumráði verður broyttur til A1, umframt at D1 økið verður víðkað. 

Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 18. august 2026.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 1354a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1354a frá A3 til A2. Endamálið við uppskotinum er at broyta markið millum A2 og A3, soleiðis at A2 verður galdandi fyri alt økið, ið serstaka byggisamtyktin fyri Villingadalsvegin er galdandi fyri. 

Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 18. august 2026.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt millum J. Paturssonar gøtu og Landavegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt millum Jóannesar Paturssonar gøtu og Landavegin í Tórshavn. Uppskotið til serstaka byggisamtykt snýr seg um at skipa økið við sethúsabygging, raðhúsabygging, tvíhúsabygging og íbúðarbygging.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Finsen og Grasagarð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Finsen og Grasagarð, matr. nr. 330, 331, 333, 334, 335, 336, 337, 338, 339a, 339b og litra aø, Tórshavn. Uppskotið til serstaka byggisamtykt hevur til endamáls at varðveita tey varðveitingarverdu virðini í økinum, umframt at geva rúm fyri nýggjari bygging, har tørvur og møguleikar eru fyri tí. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 4. august 2026.

Almenn hoyring
Endurskoðan av byggisamtykt fyri Kirkjubø

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø. Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.

Almenn hoyring
Endurskoðan av byggisamtykt fyri Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Velbastað. Uppskotið um endurskoðanina fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, m.a. soleiðis at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.

Almenn hoyring
Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið. Endamálið er at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í økinum. Uppskotið hevur áður ligið frammi, men í sambandi við at broytingar eru gjørdar, verður uppskotið aftur lagt fram.

Freistin at lata inn mótmæli og broytingaruppskot er 22. juli 2026.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 39e og 39f, Argir

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 39e og 39f, Argir. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið frá A1 sethúsaøki, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging. Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 20. juli 2026.

Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 fyri Eysturbýin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 7 fyri Eysturbýin. Uppskotið snýr seg um at skipa matrikklar 1314 og 1303b í Havn til íbúðarbygging við tilhoyrandi hentleikum og fríøki. Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 1. august 2026.