Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 30. apríl 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Jóhanna Við Streym
Eindarleiðari
793110
johannav@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Varaleiðari til Eldrasambýlini oman Mattalág og Hoydalar

Er tú tann vit sóknast eftir?

Er eldraøkið tað, tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til húsfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær, vit sóknast eftir.

Starvið sum varaleiðari á sambýlinum oman Hoydalar og oman Mattalág er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. juni 2024 ella eftir avtalu. Varaleiðarin vísir til deildarleiðaran.


Eldrasambýlið oman Hoydalar og oman Mattalág

Á eldrasambýlinum oman Hoydalar húsast 9 fólk og á eldrasambýlinum oman Mattalág húsast 8 fólk. Mattalág er eitt eldrasambýli, har primera fokusøkið er minnissvinn, og Oman Hoydalar er eitt eldrasambýli, har primera fokusøkið er røktartørvur. Á heiminum báðum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Starvið

Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum. Tú verður ein virkin partur av røktini á sambýlunum, men tíð er eisini sett av til leiðslu- og fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgdina av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum. Tú býtir røktaruppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkunum, og virkar saman við deildarleiðaranum fyri, at sambýlini eru nøktandi mannaði. Tú tryggjar saman við deildarleiðaranum at kontaktpersón skipanin riggar, soleiðis at røktarætlanir vera gjørdar fyri búfólkini, og at tær verða fylgdar og dagførdar.

Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av lesandi.

Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvi innanhýsis og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.

Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.


Vit ynskja okkum ein varaleiðara, sum hevur:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • útbúgving sum kliniskur vegleiðari ella ætlan um at taka útbúgvingina
  • aktiva tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
  • góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði tá tað ræður um starvsfelagar, húsfólk, avvarðandi og samstarvspartar
  • førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
  • tolni og ert rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • hevur drúgvar royndir innan kliniska sjúkrarøkt


Vit bjóða

  • undirvísing í Vaktplan, E-løn og 3V og útbúgving sum kliniskur vegleiðari, og møguleika fyri víðari fakligari menning
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðum


Løn- og setanarviðurskifti

Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0 sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir mitt í viku.


Upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Margit M. Baadsager, deildarleiðara, telefon 22 60 48, teldupost margitb@torshavn.fo ella til Jóhannu við Streym, eindarleiðara, á telefon 27 86 83, teldupost johannav@torshavn.fo


Umsókn

Prógv og upplýsingar um útbúgving og møguligar royndir og lívsrensl, skulu sendast við umsóknini.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfeistin er 30. apríl 2024.